Lýsing
Lýsing
Lýsing

TARIRA enn eina frálíka konsert í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Dávur Winther  |  22.05.2024 - 23:37 Mentan Myndarøð Tíðindi

TARIRA vann heiðurin sum Føroya besta kórið á kórfestivalinum, ið varð hildin í Varpinum í apríl í ár.

Í kvøld kl. 20 varð so aftur høvið at hoyra TARIRA í Varpinum, hesaferð við eini heilari konsert.

Stuttligt, deiligt og læruríkt at hoyra eina so góða konsert við einum so góðum kóri í einum so - til høvið - væl egnaðum og ljóðgóðum høli! Perfekt!

Kóriði eru ávegis til Londan at hava konsert fyrist í juni.

Á skránni í kvøld var føroyskur kórtónleikur, umframt renaissansutónleikur. Føroysku tónaskøldini Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson høvdu skrivað tóneikin og Anne Mette Greve Klemensen, sum syngur við kórinum hevði sín tónleik við.

Kórleiðari var Bernharður Wilkinson, ið, sum so mong onnur, fegnaðist hann saman við kórinum um frálíka tónleikahølið, høllin í Varpinum var.

Tarira verður ynskt góða ferð til London!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Signhild: Mentan snýr seg um menniskju o…
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…