Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Gustav Hentze

Góðveðursmyndir úr Eysturgrønlandi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.05.2024 - 11:00 Tíðindi Veðrið

Alt økið millum Kappan og Ísland liggur undir einum hátrýsti í hesum døgum

Veðurstova Føroya skrivar: Fingu sendandi myndir í gjár frá einum manni, sum er við trolara undir Eysturgrønlandi. Tær eru tiknar klokkan 2 um náttina – eina løtu fyri sólarris.

Alt økið millum Suðurgrønland og Ísland lá undir einum hátrýsti, og tá er veðrið vanliga gott við lítlum vindi og klárum lofti.

Og soleiðis var tað gjáramorgun. Roðin frá sólini heldur sær niðri við sjónarringin, havið er so at siga stilt, bert eitt lítið lot, og ovast á myndini síggjast kløn skýggj (cirrostratus), sum liggja langt uppi, 6-7 km ella longur uppi.

Heilt undan onkrum aktiviteti í niðasta parti av lufthavinum sluppu teir tó ikki. Men tað var ógvuliga lokalt.

Ein strípa av myrkum skýggjum sæst hangandi. Her er óstøðug luft farin uppeftir og er kølnað. Nakrar 100 metrar longur uppi kondenseraði dampurin til dropar. Í einum stað í skýnum gjørdist  ov trongt, so teir lítlu droparnir slóu seg saman og gjørdust størri, til teir til endans vóru ov tungir at hanga í luftini og duttu niðuraftur.

Ælið gjørdi alt av sær eftir einari løtu.

So var aftur turt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Miðnáttarsamkoma
Team Klaksvík hevur neytalortakapping í…
KÍ tók oddasessin á Norð­oyastevnu
FRAMSÍNING VIÐ ELLISAKFØRUM
Norð­oyastevnuskráin sunnudagin
Sølvará heldur føðingardagstalu
Klaksvíkar Boksing: - Kom og royn teg
- Onkur má for ólukkan vera góður við ty…
Myndarøð: Kappróður á Norð­oyastevnu
Midnáttarsamkoma á pallinum frammanfyri…
Fípan Fagra vann stórsigur hjá kvinnum
Havnarbátu­rin vann Norð­oyastevnuróðurin
Dreingir­nir á Fípuni Føgru vunnu tryggan…
KRF vann báðar róðrarnar í barnaróðri
Eg eigi at geva fólki okkurt at hugsa u…
Norð­oyastevnan sett
Stroyming: Nøglin metir um dagsins Norðo…
Framúr konsert hjá Klaksvíkar og Havnar…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Norðoya Listafelag fingið stórfingna gáv…
Lýsing