Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: bold.dk

Hevur spælt við nógvum feløgum síðstu árini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.06.2024 - 11:59 Ítrottur Tíðindi

Bæði í 2023 og 2022 umboðaði nýggi KÍ-leikarin Albert Ejupi tvey feløg.

KÍ kunngjørdi í morgun nýggjan royndan miðvallarleikara, sum hevur gjørt sáttmála fyri restina av 2024.

Albert Ejupi er úr Kosovo, men er svenskur ríkisborgari. Hann er 31 ára gamal, 1,91 metur høgur og spælir á miðvøllinum.

Sambært Transfermarkt toppaði hansara virði á sumri í 2022, tá hann spældi við svenska felagnum Helsingborgs.

Albert hevur m.a. spælt 58 dystir í bestu deildini í Svøríki, 55 dystir í næstbestu deildini í Svøríki, 16 dystir í næstbestu deildini í Danmark, 10 dystir í bestu deildini í Ísrael og 10 dystir í bestu deildini í Eysturríki.

Hyggja vit eftir, hvar hann hevur spælt síðstu árini, so hevur hann síðani á sumri 2023 spælt fyri danska felagið AC Horsens í næstbestu donsku deildini. Har spældi hann fyrstu umførini, men misti plássið á liðnum síðstu umførini í 2023. Hann hevur ongan landskappingardyst spælt í 2024 og hansara síðsti dystur fyri AC Horsens var 1. desember í 2023. Hann og AC Horsens fóru hvør til sítt 6. februar í ár. Fyrra part av 2023 spældi hann fyri Hapoel Hadera í bestu deildini í Ísrael

Í 2022 spældi hann fyri tvey feløg. Hann byrjaði við Helsingborgs, sum flutti niður úr bestu svensku deildini og seinna part av 2022 fyri TSV Hartberg í bestu deildini í Eysturríki.

Seinast hann spældi eitt heilt ár við sama felag var í 2021, tá hann spældi 23 dystir í bestu svensku deildini fyri Varbergs BoIS. Í hesum felagnum spældi hann eisini árini aftur til 2018.

 


Joakim Persson fekk hann til AC Horsens

At Albert skifti til AC Horsens komst av, at Joakim Persson var venjari hjá AC Horsens. Hann kendi miðvallarleikaran frá Varborg BoIS, tí har hevði Joakim verið venjari hjá honum í fýra ár og tí valdi AC Horsens á sumri í 2023 at gera ein sáttmála fyri trý ár við Albert.

- Albert Ejupi er en midtbanegeneral, der kan styre kampene, tage de fysiske dueller og blandt andet slå pasninger gennem linjerne. Han er rigtig god i hovedspillet og har en stor radius i det defensive arbejde, men han er ikke kun en 6’er, for han har mange forskellige kvaliteter, segði Joakim Persson við heimasíðuna hjá AC Horsens á sumri 2023.

Joakim Persson fekk sekkin í AC Horsens hálvan mars.

 

Slerdi ikki til í AC Horsens

Horsens Folkeblad skrivaði soleiðis 6. februar, tá Albert gavst í AC Horsens.

Alber Ejupi var foretrukket i startformationen i efteråret og nåede at spille 17 kampe for AC Horsens, men præstationerne lod ofte en del tilbage at ønske, og det stod hurtigt klart i 2024, at han ikke indgik i klubbens planer. Han trænede med i opstarten, men blev valgt fra til klubbens træningslejr i Alicante. Og det var et klart signal.

Sum heild fekk hann kritikk fyri at spæla á einari ov lágari leikferð í tíðini í AC Horsens.

 


Skuldi til Næstved

Eftir at Albert gavst í AC Horsens, so bleiv hann skjótt kunngjørdur í danska felagnum Næstved í næstbestu donsku deildini, sum hevði nógvar skaðar. Men har spældi hann ongantíð. Sum vit hava skilt tað, so var tað vegna misskiljing, tí hann hevði ikki loyvið til at skifta til felag í næstbestu donsku deildini, tá hansara samstarv við AC Horsens endaði aftaná 1. februar og eftir at flytingarvindeygað er stong 31. januar eru onnur krøv.

 

Samanumtikið
Samanumtikið kann sigaast, at talan er um ein leikara við nógvum royndum á høgum stigi. Men skal ein hyggja kritiskt uppá tað, so hevur hann steðgað stutt í feløgunum síðstu árini og skoðsmálini frá AC Horsens eru heldur ivasom. Harafturat hevur hann ikki spælt nakran dyst síðani 1. desember og seinast hann spældi meir enn 45 minuttir var 6. oktober í 2023. Tí kann hugsast, at tað kemur at taka eina tíð hjá KÍ at fáa leikaran í góða dystarvenjingarstøðu. KÍ hevur tríggjar dystir millum at flytingarvindeygað er opnað og fram til altjóða kappingarnar, men teir eru móti HB, NSÍ og B36, so har verður neyvan møguleiki at royna leikarar av ella geva teimum dystarvenjing. Tískil verður spennandi at síggja, um hetta verður ein góður styrkur fyri KÍ.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klaksvík­ingur, Fípan Fagra og Fípan Fagr…
Nógvar umstríddar støður móti báðum liðu…
Jón Berg hevur ikki fingið svøvnfrið í n…
Grinda og KÍ-prát í Bátafelagnum
Talvudagu­rin fyri Føroysku Sjómansmissió…
Myndarøð: Borgar­stjó­rin býtti grindina
KÍ vann á NSÍ í dag - 2-1 til KÍ
Grindalistar­nir í Klaksvík
Heimapartar í Klaksvík
Drápspartar í Hvannasundi
Joe Biden er besta kortið hjá Republikan…
Túrurin er brúkiligur hóast hann var í l…
Hvat nú?
Grindahvalir verða fluttir til Klaksvíka…
Baldursbrá nýtast til bygdar­hús
Kappróðrarneystið í Klaksvík tilnevnt no…
Stór grind lagt beinini í Hvannasundi
Stjóri settur á Bústøðum
Stór grind funnin við Viðvík
Stattarmunu­rin í Føroyum: Tíðin er komin…