Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lydiu Petersen – hin litríka listarkvinnan hevði í gjár ferniesering í Varpinum | Mynd: Dávur Winther

Lydia í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekstur og myndir: Dávur Winther  |  04.06.2024 - 13:52 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjár var ferniesering fyri Lydiu Petersen – tí litríku listarkvinnuni.

Har møtti væl av fólki til hugnaligu løtuna í fjálgu forhøllini í Varpinum. Helga Hilmarsdóttir Gerðalíð og Monika Stauss Joensen spældu hugnalig løg á klaver og violin, og Dávur Winther hugleiddi um listina hjá Lydiu og vinarband teirra sum systkinabørn.

Talan er um 30 verk, tey flestu akryl málningar og so abstraktar akvarel/mix-media myndir. Lydia er fjølbroytt og málar litrík, skeiv hús. Stundum abstrakt, stuttligar damumyndir, og sjálvandi Klaksvíksmyndir.

Lydia teknaði nógv sum barn, bæði heima og í skúlanum – Í flokkinum vóru fleiri, sum dugdu væl at tekna, sum eggjaði hetta henni til at tekna.

Tá ið hon nú finnur gamlar skrivibøkur er stuttliga at síggja, hvat hon teknaði í skúlaalrdi, har fekk eingin síða frið at vera óbrúkt. Soleiðis er enn - onki papír fær frið. 

Fyrr var talan um oljukrit og træfarvir, men so komu tusjirnar fram og tað broytti nógv, serliga sterku litirnir, sum Lydia kastaði seg yvir.

Tað mesta hon sær í gomlu bókunum, eru gentur og damur í 60-ara móta  og flottum frisyrum, hárið sett uppí topp, twiggy-frisyri, leðurstylvar - stuttir kjólar o.s.v. Hetta tíðarskeiðið er hon 12, 13 ára aldur.

Seinni tá hon fekk børn og borðið hvønn dag var fult at papír og farvum, gjørdist hugurin enn betri at skap meira. Har í køkinum saman við børnunum byrjaði hennara listaleið rættiliga í 80-unum, og úr køkinum eru alt tað hon síðani hevur gjørt komið.

Pastelmálningar, akvarellir, klippmyndir, landslagsmyndir, ”damumyndir”, klaksvíksmyndir og hópin av akrylmálningum, sum hava fingið eitt annað heim her í Føroyum og øðrum londum - Eisini alt sum hongur í Varpinum dag! Køkurin er tað kreativa staðið hjá Lydiu.                    

Á leiðini hevur stílurin skift frá einum til annað, men eftir mong ár, hevur Lydia funnið sín egna litríka stíl!

Tað sæst á framsýningini, og hevur hon eisini fleiri sjangrur, abstraktar myndir, klaksvísk-myndir í altíð eru við, vinkonumyndir og hugnaligar løtumyndir.

Um vit  leggja alt hetta saman, so koma vit aftur til tað, hon teknaði í skúlanum og sum ung heima. Tað vóru damur í mótaklæðum. Nýggjar frisyrur, (her liggur helst eisini spírin til frisør-leið hennara) og so sterku litirnir, sum hava gjørt Lydiu til listakvinna við egnum stíli – Tó at hon flytir seg.

Alt hetta lá helst íborið frá barni av.

-         Hetta er helst ein tann fyrsta framsýningin í Varpinum, sum beinleiðis er gjørd til høvið!

-         Vælkomin í Varpið, Lydia!

 

Framsýningin er opin soleiðis:

Týsdag       4. juni kl. 16 – 19

Mikudag     5. juni kl. 16 – 19

Hósdag       6. juni kl. 16 – 19

Fríggjadag 7. juni kl. 16 – 19

Lýsing
Seinastu tíðindini
Várljóð - ein røð av konsertum her norðu…
Leygar­dagin 21. mars hevði Einleikarafel…
Tilbúgv­ingar­venjing – Djúpini 2026
Stjørnan og Neistin leika fjóðringsf­ina…
Fólka­vøkstu­rin steðgaði av lækna­stríðnum
Beinir: - Vit skulu finna loysnir uppá m…
Visit North sjósetir nú nýggju haldføris…
Elding økir um sítt virksemi
Rúsan letur aftur í Klaksvík
- Fuglafjørður er fiskivinnu høvðusstaðu…
Góðu limir, foreldur og hjálpar­fólk
Kom til verka saman við altjóða sjálvbod…
Eitt 58 ára minni Pálmasunnudag - og hug…
Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integr…
Eirikur vitjar Norðlýsið
Steffan vitjar Norðlýsið
Soleiðis gjørdist valúrslitið í Norðoygg…
Til útróðrar í páska­feriuni
7 KÍ leikarar á lands­liðnum
Betri Trygging komin upp á pláss á Nólso…