Lýsing
Lýsing
Lýsing
Vit hava ikki fingið alt at vita í skannaramálinum. Og nakað av tí, sum vit hava fingið at vita, samsvarar ikki við annað, vit hava fingið at vita. | Mynd: Egin mynd/Norðlýsið.

Skannaramálið – hvat vit vita, og hvat vit ikki vita

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.06.2024 - 12:09 Leiðarin

Mótstríðandi útmeldingar eru komnar síðstu dagarnar um nýggja Tesla 3 MR-skannaran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og serliga um hann kann brúkast til at skanna fyri prostata ella ikki. Hetta er tað sum vit vita, og tað sum vit ikki vita, higartil í málinum.

 

Tað vit vita

▪ Avgerðin um at taka ímóti skannaranum varð tikin fyri 378 døgum síðani, tann 26. mai í 2023. 

▪ Sjúkrahúsleiðslan, forstjórin og stjórin á KS, dregur eina línu og sigur tað framvegis ikki vera klárt at skanna sjúklingar fyri prostata á Klaksvíkar Sjúkrahúsi enn.

▪ Serlækni hevur víst sjúklingi til skanningar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men tað er seinni broytt til Aalborg í staðin.  

▪ Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað eru ein ella fleiri radiologar, sum hava víst sjúklingi til Aalborg í staðin fyri Klaksvík.

▪ Jóhan Poulsen, yvirlækni og urologur, sigur tað vera klárt at skanna sjúklingarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og at tað tí ikki er neyðugt at senda teir til Danmarkar.

 

Tað vit ikki vita

▪ Hvussu leingi tað tekur at gera ein skannara kláran til at skanna fyri t.d. prostata. Higartil eru gingnir 378 dagar, síðani sjúkrahúsverkið fekk at vita, at skannarin kom.

▪ Radiologurin, sum vísti sjúklinginum til Aalborg, hevur enn ikki verið alment frammi við, hvør ítøkiligi trupulleikin er við skannaranum í Klaksvík.

▪ Hvat manglar við MR-skannaranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi? Er tað hardware? Software? (mangul uppá) Útbúgvin starvsfólk? Kringumstøður? Manning? Myndir? Greining? Samskifti?

 

Hví fólk stúra

Ein orsøk til týðiligu stúranirnar á sosialu miðlunum man vera dialysumálið í Suðuroy. Tað kom í drag, og ferð eftir ferð varð tað útsett av onkrum á Landssjúkrahúsinum. Tað reisti, sum vera man, eitt fólkakrav um at fáa dialysuna í rættlag. Sjúklingar stóðu fram og kærdu sína neyð alment í fjølmiðlunum, og teir fingu stóran fólksligan uppbakning. Langt um leingi endaði tað lukkutíð við, at viðgerðin kundi byrja í Suðuroy. Men tað var sera hart hoyggj at draga fyri fólk, sum frammanundan eru illa fyri vegna sjúkuna.

At prostata(s)kanningar í Klaksvík nú verða útsettar til ”aftaná summarferiuna” ella heilt til í heyst, ger, at fólk hóma somu tendensir sum í dialysumálinum. Nevniliga, at Landssjúkrahúsið kemur inn yvir málið og seinkar tí.

Margit Stórá skal svara

Landsstýriskvinnan á økinum, Margit Stórá, hevur sagt, at hon ikki vil leggja seg út í málið. Men Árni Skaale, løgtingsmaður, hevur sett henni ein fyrispurning á Løgtingi. Landsstýriskvinnan kann tá ikki halda nakrari upplýsing aftur, og hon skal sjálvandi svara satt.

Vónandi fer svarið hjá Margit Stórá at varpa ljós á alt tað, vit framvegis ikki vita um málið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat er ætlanin við Ídni?
Jenis spyr lands­stýrismannin um framtíði…
Reisigildi uppi á Deild í Mikladali
Johnny er formaður í grønlendsku Nýskipa…
Páll Müller satsar uppá hondbóltin
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…