Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit kunnu ikki gevast at fiska

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  09.06.2024 - 11:30 Tíðindi Vinna

Í kvøld (1. juni) kom línubáturin Volunteer á Toftir við fullari last. Teir hava roynt vestanfyri og hava 44.000 pund (22 tons) á 5 1/2 setu. Meginparturin er hýsa, hvítingur og so nakað av toski.

 

-Vit fáa tíverri ikki landa í Føroyum vegna verkfall. Vit fara tí til Scrabster, í Norðurskotlandi við fiskinum. Veðurmenninir lova betri veður mánadagin, so tá fara vit avstað. Vit landaðu har eisini síðsta túr og fingu 23 kr. í miðal. Tað sigur skiparin Jón Rubeksen.

- Vit kunnu ikki leggja stilt hóast verkfall, tí mennirnir skulu hava inntøku. Vit hava ongan annan møguleika, enn at verða í vinnu og landa uttanlands, sigur hann.

-Tað fer nógv tíð til at sigla niður, og tí missa vit fleiri fiskidagar av at selja uttanlands. Tí vóna vit at verkfallið skjótt verður av, so vit aftur fáa landa í Føroyum, sigur Jón Rubeksen.

Teimum umborð á Volunteer og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Volunteer

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…