Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lærið av tí privata – samráðist í krónum!

SKRIVAÐ: Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins  |  10.06.2024 - 16:53 Politikkur Tíðindaskriv

Loksins endaði verkfallið. Til gleði fyri okkum øll - land, vinnu og ikki minst verkafólk. Verkfallið hevur enn einaferð undirstrikað, hvussu stóran týdning verkafólk hava í samfelagnum. Samfelagið hongur ikki saman uttan tey.

 

 

Sáttmálin, ið varð undirskrivaður sunnukvøldið, inniber eina lønarhækking bæði í prosentum og krónum.

Hetta vísir, at tað ber væl til at samráðast í krónum. Hetta vísir eisini, at júst samráðingar í krónum gera veruligan mun. Og hetta eigur tann almenni arbeiðsmarknaðurin at læra av.

Hetta minnir meg um, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir vóru í drúgvum verkfalli. Tá sáttmálin varð undirskrivaður, skuldu fleiri onnur feløg til lønarsamráðingar. Øll fingu sama lønarkarm. Í prosentum, heldur enn krónum. 

Úrslitið var, at gjógvin millum hág- og láglønt gjørdist størri, enn hon var frammanundan. Um samráðst varð í krónum, hevði hetta ikki verið støðan.

Tí eiga vit at læra av tí privata arbeiðsmarknaðinum og framyvir samráðast í krónum. Tað ber til!

 

Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…
Alivinna: Lokal dálking og miðsavnaður v…
Vakrar myndir av kappróðrar­fólku­num hjá…
Norð­oyastevnu­konsertin 2026
Órógv á heimasíðuni
Myndarøð: Atlantic Fair endaði 2026 fram…
FBF sett royndan venjara til sandflogból…
Lands­stýris­maðu­rin á vitjan hjá Firum
Neytalortakapping Team Klaksvík
Bjørn Kalsø: Kalsoyar­tunnil fær ung fólk…
KJ skal veita aluminium arbeiðsbát til B…
Ársaðalfundur og fyrilestur við Anders…
Landsvegir í forfalli, 375 milliónir kró…
Netastovan keypt bygningin hjá Looknorth…
Heimsstjørna vitjar Varpið í kvøld!
- Flutningsvinnan gongur framá
- MEST er í oljuvinnuni, vit eiga at bor…
Eru Føroyar nóg væl tryggjaðar í kreppus…