Lýsing
Lýsing
Lýsing

Steintóra sýnir fram í Gamla Seglhúsinum

SKRIVAÐ: Gamla Seglhúsið - myndir: Dávur Winther  |  12.06.2024 - 15:20 Mentan Tíðindi

Seinasti dagur at vitja avbera spennandi framsýningina hjá Steintóra Gleðisheygg Joensen er komandi fríggjadag 14. juni.

Sunnudagin á Norðoyastevnu var fernisering á Gamla Seglhúsinum, har hópin av spennandi grafiskum verkum hjá sóknarprestinum, Steintóra Gleðisheygg Joensen vórðu sýndar fram

Spennandi og annarleiðis list sum er gjørd bæði við teldu og snildfonini og síðani prentaðat út - flestar í A3-stødd.

Allar myndirnar høvdu sína drúgvu søgu og innihald, sum eisini kundi kennast aftur í serstøku heitunum - Steintóra Gleðisheygg, sum m.a. hevur ættarbond til Árnafjarðar, dugdi væl at greiða frá og setti hvør myndin onkrar spurningar fram ella kundu eggja, arga, ella vera ágangandi.

Steintóra hevur sín egna stíl og er sannførandi í síni list - Ein frálík framsýning, tú mást síggja.

Opið er hvønn dag frá 14:00 til 17:00

Hjartaliga vælkomin!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :
Væl eydnaður lands­fundur hjá Miðflokkinu…
Tórunn og KÍ hava munin
Bill til Sogndal
Eitt farligt experiment at selja fiskiræ…
Toymið á KG er nú sett
Sildakann­ingar norð­anfyri
Miriam og Rúni í Slovenia
Í felag seta vit eina grønari kós
Uppboðssøla av fiski­rættindum er eitt ek…