Lýsing
Lýsing
Lýsing

Góður fiskidagur, men ongin kalvi

SKRIVAÐ: Tekstur: Oliver Joensen. Myndir: Oliver og Hans Hjalti Skaale  |  17.06.2024 - 21:39 Mentan Myndarøð Tíðindi

Týsdagin høvdu vit, Oliver, Ásmundur og Hans Hjalti gjørt av, at vit skuldu fara ein góðan kalvatúr við línu. Agnið skuldi vera seiður, so tað fyrsta var at fara á Víkina við runddorg. Nógvur fuglur og seiður var at síggja við Borðoyarnes, so tað var skjótt at vit fingu nóg mikið av passaligum summarseiði til fýra kalvalínur, so aftur í neystið at egna.

Sum vera man, so bleiv nógv prátað í meðan egnt bleiv og ikki sørt at spenningurin so líðandi øktist um fong. Tá liðugt var at egna, bleiv gjørt av, at vit skuldu møtast aftur í neystinum klokkan átta mikumorgunin.

Hetta er sjálvandi beint eftir at streykan er av, so Hans Hjálti helst seg ikki kunna koma við at seta. So vit báðir Ásmundur vóru á støðni klokkan átta og hildu so út eftir Víkini í góðveðrinum.

Tá Lishøvdi kom undan Skorini var boyan koyrd út og vit settu allar fýra línurnar eftir aðrari suður eftir sama ýtinum. Tá vit sleptu seinnu boyuni, var Vágshálsur um at koma undan Skálanesi. Klokkan mundi vera farin væl um 10 nú.

Høvdu avtalað við Hans Hjalta, at hann skuldi koma við at draga. Vit hildu tað vera best at línan stóð í tvinni rák, so góð tí var at royna við tráðuni. Sum hugsað so gjørt. Sigldu eitt vet suður eystur frá uttaru boyuni.

Jú, tað tørnaði fyri beinan vegin. Góður toskur, ella kanska stórur smáfiskur. Eitt sindur strævið er at royna við tráðu, tá nógv er undir. Men vit drivu á. Tá vit soleiðis høvdu drigið ein tosk upp og annan eftir, við hvørt tveir í senn onkuntíð tríggjar, ja, sogar fýra góðar smáfiskar, byrjaðu vit at hugsa um at gevast, tí toftirúmið byrjaðið at hava í so nógv í til okkum tríggjar. Um hálvgun tvey fóru vit so at sigla til lands, tí vit hildu at gott hevði verið at fingið gjørt reint og kanska fingið eitt sindur av hvíld, áðrenn vit skuldu draga tær fýra kalvalínurnar um 21 tíðina á kvøldinum mikukvøldi.

Komnir í neystið um trýtíðina var farið undir at skera alt til flak g skrædla. Hans Hjalti kom okkum tá til hjálpar, so tá klokkan nærkaðist átta var alt gjrørt reint, bæði fiskur og bátur. So var hildið aftur á Víkina og eystur um eystur ímóti Syðratanga at fáa Høvdan undan og so beina kós suður við Høvdanum undan Skorini. Skjótt fingur vit fatur á boyuni og byrjaðu at draga.

Sum so mangan, tá ið um kalvalínu ræður, lat kalvin bíða eftir sær. Vit drógu eina línu fyri og aðra eftir. Nógvastaðni var húkurin berur og onkustaðni kom agnið aftur, men tá liðugt var at draga høvdu vit ongan kalva fingið og ikki ein einasta tosk, brosmu ella longu. Hetta stóð í stórari andsøgn til “rokfiskiskapin” vit høvdu havt skamt frá kalvalínuni fyrr um dagin.

Klokkan var farin væl um midnátt, ja eg haldi, at klokkan var um tvey, tá eg kom til hús og hjá Ásmundi, sum fór til Vestmanna mundi klokkan nærkast trý náttina til hósdagin, áðrenn hann kundi leggja seg.

Sjólívið kann vera hart til tíðir. Men vit halda á eina aðra ferð.

Ikki var lønin eingin, Elsa gjørdi 50 stórar fiskafrikadellur og harafturat fekk eg fitt av flaki at frysta í boksina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Niðri á Toftum verður gravað hugaliga
Nýsetti presturin um kallið
Børn við breki fyri mismuni
Sprelskur rappbólkur á Summar Festivalin
Fyrstuhjálparskeið til allar 7. flokkar …
Føroysku U18 liðini vunnu í sandflogbólt…
Ein lands­stýris­maður sum ikki vil lurta…
Marglætisdunnur á Biskupstorgi
Øssur Kjølbro nýggjur prestur í Norðoygg…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Malena (Lena) Regina Joensen 100 ár
KÍ-NSÍ er umbýttur til NSÍ-KÍ
Frøði hesa ferð
Vøllurin verður kanska ikki klárur til K…
Gøtu Kirkju Ungdómskór á stásiligari kon…
Norðlýsið á gøtuni
U18 lands­lið­ini í sandflogbólti í eldin…
Hava skrivað undir sáttmála um liðugtger…
Nú eru dystirnir hjá KÍ móti Differdange…
Eg skilji ikki, at ungir menn ikki halda…