Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stór og dýr lyftir um viðgerð frá Bárði Nielsen

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingslimur  |  20.06.2024 - 08:35 Politikkur Tíðindaskriv

Í Sambandsflokkinum funnu tey fyri nøkrum árum síðan uppá eitt smágenialt lyfti at geva fólki, sum verður kallað ”viðgerðartrygd”. Tað er eitt av politisku málunum, sum er ordiliga gott, tí grundleggjandi veit ongin heilt hvat tað er, men tað ljóðar ordiliga gott.

 

 

Tað ber heilt grundleggjandi ikki til at vera ímóti nøkrum, sum ljóðar eitt sindur sum, at mann kann fáa viðgerð fyri alt og kanska enntá uttan nakra bíðitíð.

Sunnukvøldið legði eg merki til eina lýsing á facebook frá Sambandsflokkinum. Talan var um eina stóra mynd av Bárði Nielsen, har hann leggur upp til, at allir menn yvir 50 ár hvørt ár skulu fáa tilboð um at verða kannaðir fyri prostata-krabba.

Aksel Berg er lækni og var uppstillaður fyri Miðflokkin seinast. Hann var skjótur at viðmerkja uppslagið hjá Sambandsflokkinum, at hetta við screening ikki er so líkatil.

Eg havi fyrr hoyrt um hetta við screening fyri prostatakrabba. Talan er jú um eina sera vandamikla sjúku, sum nógv fólk árliga doyggja av, og tí ljóðar tað avgjørt skilagott, um tað ber til at fyribyrgja, at fólk fáa mein ella doyggja av sjúkuni.

Men tá eg fór at lesa um screening av prostatakrabba – tey flestu hava hoyrt um screening fyri bróstkrabba og koppseting at fyribyrgja krabba orsakað av HPV-virusi – so sær tað altso ikki út til at vera nakað, sum læknavísindin viðmælir.

Til dømis sigur danska Krabbameinsfelagið, sum annars er sett í verðina fyri at fyribyrgja krabbasjúkum: ”I Danmark screener vi ikki for prostatakræft, for der findes endnu ikke en test, der er præcis og sikker nok”.

Víðari verður greitt frá, at nakað, sum verður kalla PSA-test verður brúkt til at kanna summi ting, men at tað hevur víst seg, at mann í alt ov stóran mun hevur gjøgnumført viðgerðir, sum hava havt skaðilig árin á persónar. Serliga har tað seinni hevur víst seg, at prostatakrabbin hjá persónunum í veruleikanum ikki var har, ella at talan var um eitt seinført slag, sum maðurin fór at doyggja við, men ikki fór doyggja av.

Eg eri ikki lækni, so eg hugsaði, at onkur uttan Aksel Berg fór at venda sær til Bárð Nielsen at fáa hann at forklára nærri, hvat tað er, sum tey meina við, tá tey nú árliga skulu screena allar menn yvir 50 ár fyri prostatakrabba. Ikki minst, tá tað samstundis er soleiðis, at sjálvt danska Krabbameinsfelagið ikki heldur tað vera nakað gott hugskot. Men soleiðis bleiv ikki, tí nú næstan ein vika er farin síðan eg legði merki til lýsingina, so er hon framvegis at síggja og annars hevur onki verið at hoyra um hetta.

 

SKANNARIN Á KLAKSVÍKAR SJÚKRAHÚSI

Tá eg lesi tekstin, sum Sambandsflokkurin hevur saman við lýsingini, so verður nevnt, at sjúkrahúsverkið hevur fingið framkomin amboð, sum eru góð í samband við prostata-krabba. Talan er uttan iva um nýggja 3 Tesla skannaran í Klaksvík, sum er eitt risa-frambrot fyri okkara heilsuverk, og bæði fer at gera tænastuna í samband við prostata-krabba bíligari og betri. Til dømis ljóðar tað sum, at ein slíkur skannari er ordiliga góður at brúka fyri at finna útav, hvar krabbin situr og tí kann gera viðgerðina nógv betri (tað, sum kemur í verk í september/oktober í Klaksvík), men eg havi enn ongastaðni sæð, at skannarar sum hesin í Klaksvík verða brúktir til púra tilvildarliga screening av monnum fyri at vita um teir hava prostata-krabba.

Hinvegin, so eri eg ikki lækni, og læknavísindin flytir seg eisini so mikið skjótt, at kanska ber tað til, sum Sambandsflokkurin leggur upp til. Tí hevði tað verið sera áhugavert, um hetta er nakað, sum tekniskt og læknafakliga gevur meining, tá onnur sløg av screening fyri prostata-krabba ikki vísa seg at rigga.

 

HELST IKKI KOSTNAÐIN VERT

Modernað sjúkrahúsverk eru soleiðis sett saman, at gavst tú teimum óendaligt av pengum, so eru so nógvir møguleikar í dag, at tey kundu brúkt hvørt oyra. Tí er ein stórur partur av at reka eitt sjúkrahúsverk at velja frá og til. Hugt verður eftir, hvussu mann brúkar pengarnar til best nyttu.

Screening verður ofta kritiserað fyri at vera dýrt, men til dømis í samband við screening fyri bróstkrabba er úrslitini so mikið góð, at mann higartil í høvuðsheitum metir tað geva meining at fáast við.

Um so er, at hetta hjá Bárði Nielsen er okkurt nýtt slóðbrótandi innan prostata-screening, so kann neyvan vera um kolldømdu PSA kanningina, men okkurt, har allir menn í Føroyum yvir 50 hvørt ár skulu í skannaran í Klaksvík at leita eftir prostata-krabba.

Allir hesir viðkomandi fyrispuringarnir, sum hava verið um skannaran í Klaksvík seinastu dagarnar hava í øllum førum staðfest, at hvør einstak prostata-kanning í honum kostar umleið 2.500 krónur. Eg veit ikki, um innkallingar, kanning av myndum, uppfylging og so framvegis kemur afturat, men lat okkum halda okkum til lægsta talið 2.500. Tað er eisini greitt, at í Føroyum eru umleið 10.600 menn, sum eru yvir 50 ár. Skulu vit so kanna teir allar hvørt ár, so eru tað 10.600 kanningar fyri 2.500 krónur. Ella tilsamans 26.500.000 krónur um árið.

Tað hevði verið áhugavert at vita, um fakfólk meta hetta hugskotið at vera skilagott og um tað er yvir 26 milliónir krónur um árið vert hvørt einasta ár. Eg skal ikki avvísa tað. Men eg eri kanska eitt sindur ivasamur, um hetta er tað, sum stendur ovast á ynskilistanum, tá sjúkrahúsverkið skal raðfesta komandi árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stórfingin 20 ára jubileums­konsert
Ímóti Bodø/­Glimt vendu vit 0-3 til greið…
Havnarvág í 1874
Tríggir nýggir leikarar undir Mýruhjalla
Íslendsk skip velja MEST
Talvdystur á ólavsøku
Hornorkestrið á Skúlatrøð
Til minnist um Hugo Thomsen
Strandferðslan setir nú bíleggingar­skipa…
Fólka­flokku­rin hevur opið hús ólavsøkuaf…
Hans Pauli Olsen, Marius Olsen og Hjørdi…
Nógvir fjepparar í Malmø
Úr vøggu í grøv
Sangfagnaðarløta í Ebenezer
Minningarorð um Eivind Weyhe
Hann hevur lagt seinasta countrylagið á
Flest mál ígjøgnum síðani 2017
KÍ rendi seg í ódnarveður í Malmø
Fjepparar savnast í Malmø
Ikki fleiri Klaksvíks­stríð