Lýsing
Lýsing
Lýsing

Seinasta leikritið í hesum umfari

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.06.2024 - 10:23 Mentan Tíðindi

Út er komið 35. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

 

 

Hetta 35. leikritið er ”EITT LEYGARKVØLD Í BRINGSNAGØTU” – dreymaleikur í trimum pørtum, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1947 – seinasti leikur hansara. Leikurin hevur, tað ið vit vita, verið spældur í Funningi fyrst í 1950-árunum.  Ivaleyst hevur hann eisini verið spældur í øðrum bygdum.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 35 er 110 síður.

Við hesum 35. riti er røðin LEIKRIT fullfíggjað, so sum ætlað var. Gjørt verður vart við, at tað ongantíð var ætlanin at prenta allar leikir, ið settir eru á pall í Føroyum, frá tí at føroyingar tóku stigið og fóru at spæla sjónleik á føroyskum máli á palli.

Heimangerðin var at prenta teir leikir, sum eru settir á pall, og sum fyrr eru prentaðir, annaðhvørt í bóklingum, tíðarritum ella sum undanskurður – sum framhald – í føroyskum dagbløðum.  Tíðarmarkið uppeftir varð sett til 1949.

Kanska tekur onkur táttin upp og letur prenta leikir frá 1950 og upp móti okkara tíð.

200 eintøk eru prentað av hvørjum leikriti. Øll eru tøk, men fá eintøk eftir av fyrstu leikunum.

 

Forlagið FANNIR

Lýsing
Seinastu tíðindini
11 ymiskir fyrilestrar á Atlantic Fair
Bakkafrost: Góð ársbyrjan
Almennur fundur um undirsjóava­tunnil í K…
Badminton: U-15 landsliðið á kapping í D…
Svar til Hermann Oskarsson
Atlantic Fair 2026 letur upp í morgin
"Heima sum longst" – ein virðilig visjón…
Tøkk - Hildibjarta Jacobsen
GroAqua letur Bakkafrost nýggjan 700 ton…
Atlantic Fair hevur ment Klaksvík
Norð­oyastevnan nærkast
Kamarkórið Dorimus í Varpinum í kvøld
Fólkini eru so vinarlig í Føroyum
Málið móti skip­ara­num á Galaxy slept
Atlantic Fair – 25 ár á baki
KÍ hevur fingið gongd á álopsspælið
Upptakt: B68-KÍ
Dynamit spælir á Summar Festivalinum
Bíbliu­skúlin Keldan gongur nýggjar leiði…
Serframsýning - Jógvan Asbjørn Skaale :