Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hóast veðrið so ber tað til

SKRIVAÐ: Tekst og myndir: Oliver Joensen og Victor Dánjalson  |  22.07.2024 - 23:15 Mentan Myndarøð Tíðindi

Sum tit óivað hava fingið við, so eru eg og Elsa í Íslandi. Í dag eru vit í Reykjavík, men sunnudagin vóru vit enn á Akureyri.

Veðrið var gott, so vit valdu at fara ein túr í botaniska havan har. Ja, havan, eg haldi at tað ljóðar ótrúligt, tí sum Victor segði fyri mær, tá eg spurdi hann um túr hansara til Ástjórn fyrr í summar: “Hesar myndirnar tók eg við Ástjørn 4 juni. Frá 3 til 6 juni var vegurin frá Mývatni til Seyðisfjørð stongdur, uppi á Grímstøðum vóru skalvarnir 2 m. høgir”- hetta segði hann um myndirnar seinast í myndarøðini niðanfyri, sum hann sendi mær.

Í 1912 byrjaðu kvinnurnar her á Akureyri uppá at gróðurseta ymiskt, bløð og blómur við hugsnini um, at tey einaferð skuldu fáa eitt áhugarvert úti frítíðarøki til komandi ættarlið.

Í dag er har eitt veruligt útiøki, ið verður sera væl vitjað, bæði av ungum og eldri. Umframt, at tú kanst ganga runt og síggja alskins trø og blómur, so er hetta eitt sera hugnaligt pláss til ein gongutúr, har tú kanst njóta eitthvørt undir tánna og tostan.

Eg kundi ikki lata vera við at hugsa um okkar lokalu botanisku Grøv, sum vit íbúgvar enn gera alt ov lítið burturúr. Einaferð í tíðini hoyrdi eg um eina ætlan at samskipa Grøvina við okkara heimskenda Vevskúla við botaniska umhvørvið í Grøvini, og ikki mynst gera eitt savn til bátin hjá Einu Søderblom og ein sentral til okkara gartnartoymi, ið kundi havt til húsa har, við møguleikum til borgararnar í Klaksvík og Klaksvíkar kommunu, at hittst har úti, ikki bara tá sólin skýnur, men eisini á hávetrartíð. Vit hava brúkt nógvan pening til Spinnaríið, svimjihøllina, stadionøkið og Varpið. Nú átti at verið komið hartil, at vit vendu okkum til økið við Grøvina, kirkjugarðin og alt tað, ið hoyrir undir toymið hjá býargartnaranum.

VEÐRIÐ: Ja, tað má sær sjálvum ráða, men samanlíknar tú tað, eg roynið at vísa við myndunum niðanfyri, so sýnist alt slíkt at bera til her á Akureyri, sum er skamt sunnanfyri polarkringin. Her høvdu teir kava til langt inn í juni, og nú vit vitjaðu Lystigarð Akureyrar um 20. juli, stóð alt í fagrasta blóma. Jú tað ber til, hygg bara:

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi
Filmur um barnsburðartunglyndi
Íverksetaranetverk sjónliggerð limirnar
Dansur fyri øll í Løkshøll!
Rói Clementsen nýggjur næstfor­maður í KÍ
Hvat forvinnur Jóannes Bjartalíð í nýggj…
Rokningin fyri at loysa
Loysing kostar – men hvør skal gjalda?
Ein Raskur Drongur - nú online