Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað hevur regnað illa í Mykinesi í nátt. Áarføri. | Mynd: Sólja Jóanisdóttir

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  02.08.2024 - 13:51 Tíðindi Veðrið

Hann hevur ligið av ættunum millum landsynning og sunnan í nakrar dagar, og tað fer hann eisini at gera í dag og alt vikuskiftið.

Eitt lágtrýst liggur beint vestan fyri Føroyar í dag og í nakrar dagar afturat, og tað ger hetta lýggja og slavna luftrákið ímóti Føroyum. Okkurt brúgvalag við regni er uppií, og eitt teirra hevur sett sín dám á veðrið gjárakvøldið og í dag eisini. Í støðum hevur tað regnað illa. Sunnukvøldið fer aftur eitt brúgvalag við regni at leska okkum.

Tað hevur verið eitt sindur av vindi av landsynningi í fyrrapartin , men út á seinnapartin fer vindurin at minka niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Í kvøld gongur hann niður í sunnan og minkar niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og sum frálíður fer at slíta í. Í nátt og morgin ári er lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í dag fer upp í eini 15 ella 16 stig. 

Í morgin fer veðrið at vera gott – bert eitt lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, klárt loft ella tað er smáskýggjað við sólglottum, fyrrapartin kann tó okkurt ælið vera í støðum. Hitin í morgin fer at vera sum í dag, 10 til 15 stig.

Sunnumorgunin er framvegis eitt lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og sólglottar, men eisini okkurt ælið í støðum. Seinnapartin fer vindurin at veksa upp í eitt lot til frískt lot, 5 til 10 m/s, tað fer at draga á luftina, og okkurt ælið verður. Um kvøldið frískur vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin sunnudagin 10 til 15 stig.

 

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 3. partur
Skrúvuguds­tænastur­nar byrja aftur í kvøl…
28 tónleikaglað børn á konsertferð til S…