Lýsing
Lýsing

Opnar hurðar, men neyðugt eftirlit

SKRIVAÐ: Ein Føroyingur  |  18.08.2024 - 09:00 Lesarabrøv Mentan Politikkur Vinna

Seinastu árini hava Føroyar tikið ímóti fleiri túsund útlendingum, og tað er týðiligt, at landið broytist. Við hesi broytingini fylgja eisini avbjóðingar, og tað er týdningarmikið, at vit sum samfelag hava eftirlit við, hvussu innflytingin verður handfarin

 

Tað hevur verið óbehagiligt at hoyra um hendingar, har persónar við álvarsomun brotsligari fortíð hava funnið sær veg inn í landið, og so seinni staðið fyri brotsgerðir her heima. Hetta setir spurningar um, hvussu væl vit kanna, hvørji fólkini eru, sum koma inn í landið, og um vit hava nøktandi mannagongdir fyri at tryggja, at okkara samfelag er trygt.


Tað er ikki so, at vit skulu vera fremmandafíggindalig ella óttast nýggj andlit í okkara samfelag. Føroyar hava altíð verið eitt samansett og vinarligt samfelag, har vit taka væl ímóti gestum. Men tað er ikki óhóskandi at ynskja, at vit hava eina skipaða tilgongd til innflyting, har vit tryggja okkum, at tey, sum koma higar, koma við góðum endamálum og vilja vera ein virkin partur av okkara samfelag.


Sjálvur havi eg búð í øðrum londum, har eg havi sæð, hvussu skjótt ein liberal og óansin tilgongd til innflyting kann hava avleiðingar, sum ikki eru til fyrimuns fyri samfelagið. Um okkara vinstravendu politikkarar í Føroyum eru líka óansnir sum teirra líkar í øðrum londum, so kunnu vit vænta okkum álvarsligar avbjóðingar í framtíðini.


Við einum skjótt vaksandi tali av innflytarum er tað natúrligt, at føroyingar spyrja, um tað er gjørt nøktandi kanningararbeiði, áðrenn fólkini sleppa inn í landið. Vit mugu tryggja, at vit hava eina tilgongd, sum tryggjar, at innflytarar ikki einans verða væl móttikin, men eisini at teir ikki útseta okkara samfelag fyri óneyðugari vandum.


Eitt opið og erligt kjak um, hvussu vit best kunnu handfara innflyting, er neyðugt uttan at nógv av okkum skullu vera kallaði rasistar og fremmandóttaðir og hvat veit eg. Tað er ofta, at fólk, sum seta spurningar um innflytarar, verða róptir “far-right”, men nær er man so vorðin ov nógv “far-left”? Vit mugu tryggja, at Føroyar framvegis er eitt trygt stað at liva og búgva fyri øll, og at vit taka ímóti fólki á ein hátt, sum er tryggur og fyrilitin.


Sum pápi at fleiri børnum eri eg sjálvandi áhugaður í at tryggja, at míni børn vaksa upp í einum tryggum samfelagi. Tað merkir, at vit mugu hava opnar hurðar, men eisini tryggja, at vit hava neyðuga eftirlit og atburð, so vit kunnu taka væl ímóti nýggjum fólki, samstundis sum vit varðveita tryggleikan hjá øllum í landinum.


Heilsan


“Ein Føroyingur”

Lýsing
Seinastu tíðindini
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli
Johnny í Grótinum um føroyska búskapin
Team Klaksvík selja fýrverk