Lýsing
Lýsing
Lýsing

Siðiligt fiskivinnukjak við frustreraðari samgongu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  16.08.2024 - 08:40 Leiðarin Politikkur Vinna

Sjógvarnir skolaðu ikki so høgt sum á onkrum undanfarnum Fiskivinnutingi, fyri ikki at tala um á onkrum valfundi, men kjakið avdúkaði ikki bara, at landsstýrissamgongan ikki dregur somu línu, men at ósemja er um, hvør kós skal setast út í kortið. Ósemja er eisini millum samgonguna og serfrøðina, eins og fíggjarmálaráðfrúgvin vil gera tingini øðrvísi enn restin av Landsstýrinum, sum varðar av vinnu. Men alt var í einum góðum tóna í Varpinum mikukvøldið á sjómannadøgunum

 

 

Av teimum fakligu innsløgunum var m.a. ein greining frá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingi, um búskaparfrøðiligar meginreglur fyri fiskivinnupolitikkinum. Johnny vísti til Jóannes Jacobsen, sála, sum eisini var búskaparfrøðingur, og sum longu í 2001 sigur, at í øllum førum innanfyri alivinnuna gevur best meining at hava 3-4 sterkar stórarfyritøkur í staðin fyri at spjaða alt út á nógvar smáar fyritøkur.  

Hetta hevði Johnny hug til at yvirføra til fiskivinnuna, og nevndi hann m.a., at miðsavningin av rættindum á stór reiðari var eitt úrslit av umsetiligheit. Hesum gav Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrúgv, honum rætt í, og harvið sást ósemja innanvert í samgonguni, tí bæði Dennis Holm, fiskimálaráðharri, og Uni Holm Johannesen, tinglimur, hava alment tosað um strangari antitrust-reglur, og víst hevur bæði verið til, at avleiðingarnar av miðspjaðing av rættindum bæði hava gjørt, at menningarkvotumóttakarar selja síni rættindi, og at reiðarí keypa egin rættindi frá smærri bátum og selja tey rættindini til størru skipini innanhýsis í fyritøkuni.

Eitt, sum eisini bendi á innanhýsis ósemjur í samgonguni, kom til sjóndar móti endanum av Fiskivinnutinginum. Ruth Vang endurtók fleiri ferðir, at hon fegin vildi eitt, men gjørdi eitt annað, og tað tóktist sum um hon hartaði samgongufelagarnar fyri at noyðast tað. Heldur ikki tókist Dennis Holm at hava fullfíggjaða undirtøku í samgonguni fyri at ”javnseta” pelagisku partarnar. Ábendingar vóru um, at hann royndi at draga í land aftur.

Tað kann tó eisini hava við tað at gera, at Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur – sum eisini luttók við innslagi á Fiskivinnutinginum, men í øðrum kapasiteti – hevur staðiliga mælt politisku skipanini frá at detailstýra vinnulívinum við at leggja seg út í, hvussu nógv reiðarí skulu vera. Eitt nú hevur hann ført fram, at endamálið við antitrust er at fyribyrgja monopoli á marknaðinum, har fiskurin verður seldur; tað er ikki ætlað at avgera talið av fyritøkum í einum samfelagi.

Tað stakk eisini í oyruni at hoyra Ruth Vang siga, at hon bara vildi økja gjøldini á vinnuna, hóast Framsókn eigur at vera ein vinnu-vinarligur flokkur, og hóast júst hetta var trupulleikin við gomlu fiskivinnunýskipanini, sum riggaði so illa, at hon bleiv avtikin beinanvegin, ein onnur stjórn kom til. Vit hava eisini nýliga sæð alivinnuna flyta virksemi av landinum vegna ov høg gjøld á partar av teirra virksemi. Ynski um økt gjøld tykjast hava meira at gera við, at Landskassin hevur óvæntað stórt undirskot á fíggjarlógini undir sitandi stýri, og tað tóktist mest vera fyri at fylla tað holið, at landsstýriskvinnan vildi hækka tey, og ikki so nógv fyri at fremja góðan vinnupolitikk.

Men tað bæði sæst og hoyrdist eisini, at fíggindaligu tónarnir ikki eru so markantir undir hesum kjakinum. Føroyska vinnulívið, serfrøðin, fiskimenninir og politikararnir tosaðu væl saman og við virðing, og hóast hetta er sama samgonga, sum sat í 2015-2019, so vóru ikki so frægt sum leivdir av tí skotgravakríggi, sum tá var millum samfelagsbólkarnar, at síggja á Fiskivinnutinginum 2024. Ósemjur vóru sjónligar, men tær vóru siðiligar, og kjakið var sakligt. Partarnir tosa væl saman í dag, skal metast úr frá fundinum mikukvøldið. Júst hvat hevur slættað sjógvarnar er óvist, men eitt gott boð kann vera umsitingarætlanin.

At spenningarnir ikki eru so øgiligir sum onkuntíð sást eisini aftur við, at salurin í Varpinum – sum annars royndist stak væl sum karmur fyri Fiskivinnutinginum – ongantíð varð heilt fullur. Varpið kann tí uttan iva eisini hýsa teimum størru fundunum, har aktørar hava meira í klemmu av førda politikkinum, um teir koma aftur.

Sum heild eitt áhugavert kjak, sum eisini kom inn á botnfiskaveiðuna, strandalandaavtalur, toskastovnin á landgrunninum og aðrar løtubærar (aktuellar) spurningar, sum røra seg í fiskivinnuni. Jón Brian Hvidtfeldt er sum tikin úr leikum sum orðstýrari, og umframt tey omanfyrinevndu vóru eisini upplegg frá Eydnu í Homrum, deildarleiðara á Havstovuni; Stefani í Skorini, stjóra/formanni í Reiðarafelagnum; Jógvani Jespersen, stjóra í felagnum Nótaskip og Jan Arge Jacobsen frá Havstovuni, sum øll hvør á sín hátt ríkaðu kjakið við sínum vinkli á fiskivinnurelateraðar spurningar. Hartil koma fleiri luttakarar í panelkjakunum.

 

Hoyr fiskivinnutingið her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sylvia fer eftir at fáa ES-stuðul til la…
Almen kvøldseta á Miðnámi á Kambsdali
Bigge heilsaði uppá Pernille Brandenborg
Myndarøð: Kvinnulands­liðið vitjaði Kjølb…
Marknaðardagur á Fossánesi
Jóla­trøini
Tvey bløð hjá Norð­lýsi­num til jóla
Birita tekur sæti á tingi
Dialysuviðgerð átti at verði sett á stov…
Anfinn í Toft: Her skulu vit øll tíma at…
Filmurin Missir í Havnar Bio leygar­dagin
Tí tók eg ikki av tilboðnum um borgarstj…
Nýggj ráðgeving undir ÍSF
Eystur­kommuna hevur skipað seg
Órímiligt at enn einaferð leggja eftir f…
Onki parkerings­hús hesa býráðssetuna
Mercedis: Hví skulu vit vera tænarar hjá…
A-Landsliðið hjá kvinnum venja í Klaksví…
John Høj 95 ár
Annika S. Biskopstø: Matpakkin skal í sø…