Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Ongantíð sum nú er tørvur á, at vit standa saman um KÍ

SKRIVAÐ: KÍ fjeppari  |  20.08.2024 - 22:38 Ítrottur Lesarabrøv

KÍ-menninir hava givið okkum alt. Higartil í ár hava teir verið sera nær við at endurtaka bragdið frá í fjør og vinna seg víðari í bólkaspælið, og komandi hóskvøld hava teir aftur kjansin og meir enn nakrantíð brúk fyri tínum og mínum stuðli á Tórsvølli, tá ið HJK Helsinki kemur á vitjan.

 

 

 

Seinasta hóskvøld spældu teir samanlagt 130 minuttir í nógva hitanum í Bosnia Herzegovina, og kortini megnaðu teir at halda leiðsluni í heilar 82 minuttir, áðrenn Banja Luca megnaði at fáa tað útjavnandi málið, sum førdi til eykatíð, har bosniska liðið fekk eitt mál afturat og harvið fór við samlaða sigrinum.

Hetta eru okkara dreingir, sum hava lyft okkum upp á hægri hæddir og loyvt okkum at droyma stórar dreymar við flottum sigrum á stórum mótstøðuliðum.

Hóskvøldið restaðu bara 8 minuttir av vanligu leiktíðini, tá ið teir fingu útjavnandi málið ímóti sær, men kortini hildu teir høvdið høgt og kempaðu fyri sigrinum í samanlagt 130 minuttir í strævna hitanum.

Soleiðis eru okkara dreingir. Teir geva alt í síni umboðan fyri Klaksvík og fyri Føroyar, og teir hava eisini gjørt lítla bý og land okkara kend kring knøttin. Teir hava sett okkum á heimskortið.

Slík avrik koma ikki av ongum. Tey krevja sera nógv av okkara monnum, og tí hava teir tørv á okkara stuðli – nú meir enn nakrantíð fyrr, tí nú hóskvøldið skal seinasta altjóða skotið í byrsuni hjá KÍ fyri í ár latast av, tí tá verður fyrri dysturin ímóti finsku meistarunum úr HJK Helsinki.

Nú eru teir móðir, onkrir eru skaddir, men tíbetur eru teir flestu tøkir til hetta seinasta ódnartakið á heimavølli, sum hóskvøldið verður á Tórsvølli kl. 19:45.

Enn einaferð er møguligt at uppliva eitt søguligt kvøld við KÍ á Tórsvølli, og tað kennist á leikarunum, at teir trúgva upp á ein sigur hóskvøldið – so nú er spurningurin til okkum fjepparar, um vit vilja geva teimum enn størri grund til at trúgva og fara eftir enn einum hetjuavriki.

Tað ber til! Teir hava gjørt tað fyrr!

Kom á Tórsvøll hóskvøldið kl. 19:45 !!

 

KOYR Á KÍ !!!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…