Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aalborg: Ríkisfundur og fundur í samstarvsráðnum

SKRIVAÐ: Løgmansskrivstovan  |  23.08.2024 - 11:13 Tíðindaskriv

Í komandi viku fara Aksel V. Johannesen, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum til Danmarkar

 

Mánadagin 26. august er ríkisfundur, og týsdagin 27. august er fundur í samstarvsráðnum.

 

Ríkisfundur í Aalborg 

Londini skiftast um at vera vertir fyri fundunum, og við ársbyrjan tók Danmark yvir formansskapin frá Grønlandi. Ríkisfundurin hesa ferð verður hildin í Aalborg, heimstaði hjá Mette Frederiksen, forsætisráðharra.  

Til ríkisfundin luttaka løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede. Tey trý fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og at kunna um búskaparligu og politisku gongdina í londunum.

Sum eg segði í ólavsøkurøðuni í ár, vilja vit í nógv størri mun umboða okkara egnu áhugamál úti í heimi og víðka rásarúmið á uttanríkispolitiska økinum. Allir flokkar eru samdir um, at Føroyar eiga at hava sjálvstøðugan limaskap í viðkomandi altjóða felagsskapum. Vit hava í nógv ár viðgjørt støðuna saman við donsku stjórnini, uttan nakað úrslit er komið burturúr. Mín vón er, at vit á fundinum í Aalborg nú kunnu koma víðari.
Aksel V. Johannesen, løgmaður

 

Fundur í samstarvsráðnum

Týsdagin 27. august verður fundur í samstarvsráðnum, har eisini landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, landsstýriskvinnan í fíggjarmálum og landstýrismaðurin í lógarmálum luttaka saman við viðkomandi donskum og grønlendskum ráðharrum.

Á fundinum skulu londini umrøða uttanríkis- og trygdarpolitisku støðuna.

 

Tíðindafundur 

Eftir fundin í samstarvsráðnum, verður almennum tíðindafundur, har løgmaður, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, luttaka.

Tíðindafundurin byrjar kl. 13 føroyska tíð. 

 

 

Hesi luttaka á fundinum í samstarvsráðnum

 

Føroyar

  • Aksel V. Johannesen, løgmaður
  • Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
  • Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
  • Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum

 

Danmark

  • Mette Frederiksen, forsætisráðharri
  • Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri
  • Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri
  • Peter Hummelgaard, løgmálaráðharri

 

Grønland

  • Múte B. Egede, landsstýrisformaður
  • Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinna í uttanríkis- og sjálvstýrismálum
  • Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í  vinnu-, ráðevnis-, lógar- og javnstøðumálum
  • Erik Jensen, landstýrismaður í fíggjarmálum
Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókasavnið fullsett um Victor
Konsertferð hjá skúla­hornorkestri­num á S…
Eldrasambýlið Vesturskin á Toftum 20 ár
Betri Banki lækkar útlánsrenturnar
Kjølbro heilsøla messu í KÍ høllini
Ein Líri á vitjan á Hædd í gjár
"Skjótt er veðrinum um" -Myndarøð:
Nú hvítna tindar
MEST við í grønari ferju verkætlan
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Nú hvítna tindar fjøllum á
Undanførslur. Enn fleiri undanførslur og…
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksví…
Almennu fyriskip­ani­nar arbeiða ímóti úti…
Vunnu á Santa Lucia
Vit skulu byrgja fyri alt ov høgum skatt…
Miðflokku­rin stillar upp til býráðsvalið…
Freistin at fáa serprís til skeiðið v/­IM…
Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum
Klaksvík summarið 1974