Lýsing
Lýsing
Mynd: Petur Martin Solmunde

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  25.08.2024 - 20:53 Tíðindi Veðrið

Í august hevur veðrið verið vátari enn vit eru von við. Tað eru nógv, sum fáast við hoyggj, og tey hava ikki fingið so nógv inn – ikki enn, ið hvussu so er.

Vikan, ið stendur fyri framman, fer at vera turrari enn undanfarnu vikurnar. Ikki heilt turt alla tíðina, men nakað frægari enn higartil hendan mánaðin.

Lágtrýstini úr norðuramerika hava gingið beint ímóti okkum, og hava steðgað sunnan fyri Ísland og slongt brúgvalag eftir brúgvalag við regni ímóti okkum. Tey fara framvegis at ganga ímóti okkum á sama hátt hesa vikuna, men minni bit er í teimum, og ikki líka nógv regn. Tó er onkur vátur dagin uppí – serliga týsdagin.

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin:

Eitt lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, um morgunin. Seinnapartin gongur hann niður í útsynning, og um kvøldið fer hann í sunnan og landsynning. Allan dagin smáskýggjað og sólglottar, men tað er eisini møguleiki fyri onkrum æli í støðum. Hitin fer upp í eini 13 stig um dagin, og niður í 8-9 stig um náttina.  

Týsdagin:

Um morgunin veksandi upp í 8 til 13 m/s av landsynningi ella eystri, tað dregur á luftina og fer sum frálíður at regna. Út á seinnapartin fer ættin niður í sunnan ella landsynning, og vindurin minkar eitt sindur, niður í 5 til 10 m/s. Loftið skýggjað og vit kunnu vænta okkurt ælið. Um náttina sami vindur sunnaneftir, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin aftur 9 til 13 stig.

Mikudagin:

Um sunnan ella av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, men seinnapartin løtur við smáskýggjaðum lofti og sólglottum. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Hósdagin:

Eitt lot av ymsum ættum, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, men seinnapartin løtur við smáskýggjaðum lofti og sólglottum, serliga seinnapartin. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Fríggjadagin:

5 til 10 m/s av ymsum ættum, í støðum upp í 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið, tó eisini løtur við smáskýggjaðum lofti og sólglottum. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli