Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar til hoyring í sáttmála Sameindu Tjóða fyri rættindum hjá einstaklingum ið bera brek

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  28.08.2024 - 11:58 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar vóru fríggjadagin 23. august til hoyring í ST-sáttmálanum fyri rættindum hjá einstaklingum ið bera brek – Convention on the rights of persons with Disabilties (CRPD) - sum Føroyar tóku undir við í 2009.

 

Hoyringin fór fram í høvuðssæti Sameindu Tjóða fyri mannarættindum í Geneve. Hoyringin tók støði í spurningum frá hoyringsnevndini í 2019, svar frá Føroya Landsstýrið í frágreiðing frá 2020, um hvussu Føroyar virka fyri rættindum og íverksetan sambært sáttmálanum, og skuggafrágreiðingini frá MEGD.

Hoyringsnevndin, sum varð umboðað av serfrøðingum á sáttmálaøkjunum vegna limalond í ST,  fegnaðist um luttøku Føroya og setti Føroyum nógvar spurningar um m.a. lóggávu og átøk, ið Føroya Landsstýrið hevur framt á almanna-, barna-, útbúgvingar-, heilsu-, og talgilda økinum. Nevndin viðmerkti m.a. eisini týdningin av at tryggja rættindi hjá áhugafelagsskapum, at verða hoyrd í tilgongdum um lógarsmíð.

Í svari vístu Føroyar m.a. á viðkomandi nýggja lóggávu á økinum, so sum løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, og løgtingslóg um Brekumboð. Eisini varð víst á átøk, so sum Barnaverkætlanina, til frama fyri korum hjá øllum børnum.

Umboð vegna Almanna- og mentamálaráðið, við samskipandi leikluti, Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Talgildu Føroyar vegna Fíggjarmálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið umboðaðu Føroyar til hoyringina. 

Niðurstøður og tilmæli frá hoyringsnevndini verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Sameindu Tjóðum 6. september, umframt á heimasíðum hjá Almanna- og mentamálaráðnum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…