Lýsing
Lýsing
Lýsing
Willum Þór Þórsson úr Íslandi, Agathe Fontain úr Grønlandi og Margit Stórá úr Føroyum.

Margit Stórá á fundi við heilsumálaráðfólkini í Íslandi og Grønlandi

SKRIVAÐ: Heilsumálaráðið  |  29.08.2024 - 10:11 Tíðindaskriv

Á fundinum hava Margit Stórá og starvsfelagarnir umrøtt eina røð av evnum, sum hava felags áhuga í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

 

Tvey høvuðsevnir vóru á fundinum. Fyrra evnið snúði seg um, hvussu heilsuøkið er skipað í teimum trimum londunum, royndir við hesum og hvørjar ætlanir eru fyri framman. Seinna evnið snúði seg um, hvat londini gera fyri at fáa fólk í starv og fyri at varðveita fólk í starvi á heilsuøkinum.

Heilsumálaráðfólkini umrøddu eisini møguleikar fyri tættari samstarv við heimsheilsustovnin, WHO, umframt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland í sambandi við kreppustøður.

Ráðfólkini eru samd um, at góða samstarvið á heilsuøkinum eigur at styrkjast. Á fundinum gjørdu tey tí av at dagføra samstarvsavtaluna frá 2014.

Harumframt hevur Margit Stórá verið á fundi við leiðsluna fyri grønlendska heilsuverkið. Endamálið við fundinum var at fáa kunning um, hvussu heilsuøkið og heilivágsøkið eru skipa og hvørjar royndirnar eru við hesum.

Í Føroyum verður arbeitt við fyrireikingum um møguliga at yvirtaka Landslæknaembætið. Grønland yvirtók Landslæknaembætið í 1992. Tí hevði Margit Stórá ein fund við Landslæknan fyri at kunna seg nærri um, hvussu skipanin riggar í Grønlandi.

”Samstarvið í Útnorði er sera týdningarmikið. Hóast londini eru ymisk, líkjast vit á fleiri økjum og hava fleiri av teimum somu avbjóðingunum. Vit kunnu læra av royndunum hjá hvørjum øðrum og harvið fáa íblástur til, hvussu vit kunnu loysa okkara egnu avbjóðingar.

Eg eri sera glað fyri, at vit á fundinum samdust um at styrkja tað góða samstarvið, sum vit hava á heilsuøkinum, tí tað er gagnligt fyri okkum øll í útnorði.” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…