Lýsing
Lýsing

Heilsutrygdargjaldið kravt inn av órøttum

SKRIVAÐ: Fólkaflokkurin  |  30.08.2024 - 11:17 Politikkur Tíðindaskriv

Fleiri borgarar skula møta í rættinum um eitt gjald, sum er kravt inn av órøttum. Tí  hevði  verið  áhugavert  at  vitað,  hvussu  nógvar  eyka  útreiðslur  landskassin hevur fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag

 

 

Heilsutrygdargjaldið til útisiglarar er kravt inn av órøttum.

Tað er staðfest í rættarskipanini. Tó verður tað framvegis hildið fram at krevja inn “ikki  goldið” heilsutrygdargjald umvegis Gældsstyrelsen í Danmark.

Hetta hevur við sær, at fleiri borgarar skulu møta í rættinum, hóast hetta gjaldið er kravt inn av órøttum.Fleiri teirra umhugsa tí at krevja endurgjald fyri mista arbeiðstíð v.m.

Um vanligt var, rindaði myndugleikin borgaranum endurgjaldið/skuldina, tá rættarskipanin hevði talað.Tað er framvegis ikki gjørt, og tískil fær landskassin eyka rentuútreiðslur hvønn dag.

Tí hevði verið áhugavert at vitað, hvussu nógvar eyka útreiðslur landskassin hevur fingið frá tíðarskeiðinum, tá borgarin fekk viðhald í kærunevndini, til dagin í dag.

Kæruskipanin er góð, og er hon til at hjálpa borgarum og avlasta rættarskipanina. Men um  almennir  myndugleikar  ikki  virða  avgerðir,  sum  kærunevndirnar  taka,  máar  tað grundarlagið undan skipanini.

Tað frættist, at ætlanin er, at borgararnir sjálvir skulu krevja ólógliga innkravda gjaldið aftur.

Tá myndugleikin krevur borgarar í rættin –eftir ólógliga inngjaldinum – hevur myndugleikin yvirlit yvir, hvat hann skyldar borgarunum.

Tískil skuldi tað verið einfalt at rinda heilsutrygdargjaldið aftur.

 

Jacob Vestergaard hevur í sambandi við hetta, sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu, hesar spurningar:

  • Hví verður hildið fram við at innkrevja “ikki goldið” heilsutrygdargjald frá útisiglarum?
  • Hví verður ólógliga innkravda heilsutrygdargjaldið ikki útgoldið beinavegin?
  • Hvussu nógvar eyka útreiðslur í rentum hevur landskassin fingið, síðan ávikavist kærunevndin tók avgerð, Føroya
  • Rættur segði dóm, Landsrætturin segði dóm,og tað var greitt,at tað ikki slapst í Hægsta Rætt?
  • Hví verða avgerðir hjá kærunevndini ikki virdar?
  • Er tað rímiligt at borgarar, sum av órøttum eru kravdir eftir heilsutrygdargjaldi, sjálvir skulu søkja um at fáa gjaldið aftur?
     
Lýsing
Seinastu tíðindini
Hástóru borgar­stjórarnir
Gunnar Hjelm næst elstur av 81 luttakaru…
5 átøk skulu menna eina góða ungdómsment…
At tala hevur sína tíð
Ongi ung - ongin framtíð
Stjørnan á heimavølli sunnudagin
 Fólka­atkvøðan 78 ár
1.deild hjá KÍ spælir botngysara leygard…
Ferðafrásøgn – Hornorkestrið á Skúlatrøð
U16 genturnar í steypafinaluni
Knógvaðu Palestina
Vit kunnu ikki liva við, at ung detta ni…
Tá vit goyma fiskin í sjónum! 4. Partur
Melda til heilsufótbólt 2024
Ziska 1b hevur evnisarbeiði
U16 Genturnar spæla semifinalu í kvøld
Føroyskur politistur og politihundur hei…
Tróndur Sigurðsson tikið seg av javnaðar…
Veljarin er klárur til størri javnstøðu
Av sonnum ein stuttfluttur døgurði