Veðrið um vikuskiftið
Hátrýstveður í dag og alt vikuskiftið. Hátrýstið stendur yvir Noregi og sendir eitt lot ímóti okkum av lýggjari luft av leiðunum yvir Eysturevropa.
Hann kemur av suðuri í dag, vindferðin er 5 til 10 m/s í miðal fyri landið. Í erva er klárt og sól nógvastaðni, men eisini smáskýggjað í støðum. Við suðurættini er møguleiki fyri mjørka ymsastaðni, og tað sæst m.a. í Vágum.
Tað verður ikki tann stóra broytingin í veðrinum í dag. Seint í kvøld fer ættin í landnyrðing, og tað kann hava við sær broyting í ský- og mjørkaviðurskiftunum kring landið.
Hitin í dag fer upp í 15 stig, har tað er heitast; í nátt niður eini 9-10 stig.
Í morgin 5 til 10 m/s av landsynningi, skiftandi skýloft og turt. Skiftandi skýloft í einum landsynningsloti hevur vanliga meira skýggjað loft við sær eystanfyri enn vestanfyri í landinum. Hitin í morgin tann sami sum í dag – millum 9-10 og 15 stig.
Góðan Norðfestival og gott vikuskifti.