Veðrið í vikuni
September byrjar væl, tá ið tað snýr um veðrið. Í dag (sunnudag) hevur veðrið verið avbera gott við einum lítlum loti av landsynningi. Skýloftið hevur verið eitt sindur skiftandi við sól í støðum, men eisini hava verið støð við skýggjaðum lofti ella mjørki. Landsynningur er mjørkaætt nógvastaðni.
Í vikuni, sum stendur fyri framman, fer ikki at vera nógvur vindur – upp í 10 m/s fyrra partin av vikuni, og upp í 13 m/s, seinna partin.
Nakað av avfalli onkra løtu, men ikki regn í heilar dagar. Týsdagin fer ættin upp í útnyrðing, og kunnu vit rokna við at tað kølnar nøkur stig, men hitalagið fer uppaftur fram ímóti næsta vikuskifti.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
3 til 8 m/s av landsynningi, samdrigið og yvirhøvur turt, men sum líður á dagin fer at regna eina løtu. Um kvøldið ælaveður. Um náttin 2 til 7 m/s, av landsynningi ella av ymsum ættum, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.
Týsdagin:
Minni enn 5 m/s av ymsum ættum, fyrrapartin samdrigið og ælaveður, men sum líður á seinnapartin fer ættin í útnyrðing, tað verður smáskýggjað við sólglottum. Um náttina aftur skýggjað men yvirhøvur turt. Hitin millum 8 og 12 stig.
Mikudagin:
Uppí 5 m/s av ymsum ættum, smáskýggjað og yvirhøvur turt, stundum sólglottar. Um náttina klárt ella smáskýggjað. Hitin 6 til 11 stig.
Hósdagin:
5 til 10 m/s av suðuri ella útsynningi, smáskýggjað og sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.
Fríggjadagin:
8 til 13 m/s av útsynningi, smdrigið og stundum regn. Hitin 10 til 13 stig.