Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag

15 sáttmálar og 14 hava ikki sáttmála fyri 2025

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  02.09.2024 - 18:32 Ítrottur Tíðindi

Her er yvirlit yvir, hvussu støðan er í KÍ-hópinum til 2025.

Millum KÍ-viðhaldsfólk verður longu hugt fram móti 2025, tí mest sannlíkt er einki av týdningi at spæla fyri restina av 2024 burtursæð frá, at næstbesta liðið hjá KÍ er í niðurflytingarvanda. Har hevur KÍ møguleikan at bjarga liðnum við at senda leikarar frá besta liðnum niður, men tað má verða áðrenn tey trý síðstu umførini. 21 umfør eru leikt.

KÍ kann røkka 2. plássi í Betri Deildini, men tað gevur einki (uttan heiðurin) meir enn 3. pláss gevur eftir, at HB vann seg í steypafinaluna sum merkir, at antin HB ella B36 fær plássið, sum byrjar í 2. umfari í Conference League.

Samanlagt hevur talan verið um eitt miseydnað ár hjá KÍ, ið kann samanberast við árini 2020 og 2018, tí KÍ rakk ongum av sínum málsetningum í landskappingini, steypakappingini, altjóða kappingunum ella stórsteypinum.

Áhugavert er at síggja, at teir flestu av berandi kreftunum frá 2024 hava ikki sáttmála, meðan nógvir av teimum, sum antin sita nógv á bonkinum, eru útleigaðir ella sum oftast hava verið skaddir í 2024, hava sáttmála.

 

Hesir 15 leikararnir hava sáttmála fyri 2025:

Ari í Harhaldsstovu Petersen

Símun Kalsø

Odmar Færø

Børge Petersen

Jákup N. Vilhelmsen

Ahmed Latif

René S. Joensen

Hallur Hansson

Deni Pavlovic

Dan í Soylu

Mads Boe Mikkelsen

Jonn Johannessen

Joseph Williams

Jóhan Josephsen

Pætur Petersen

 

Hesir 14 leikararnir hava ikki sáttmála fyri 2025:

Mark F. Jensen

Jóannes K. Danielsen

Heini Vatnsdal

Alexander Berntsson

Cedric Yambere

Patrick Da Silva

Jákup B. Andreasen

Dávid B. Andreasen

Claes Kronberg

Albert Ejupi

Árni Frederiksberg

Páll A. Klettskarð

Silas Gaard

Kristoffer Ødemarksbakken

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…