Lýsing
Lýsing
Vestanbakkin sæst í eiðinum (Viðareiði) beint eftir sólsetur í gjár. | Mynd: Jógvan Páll Poulsen, Kirkja

Vestanbakkin

SKRIVAÐ: Veðurstova Føroya  |  06.09.2024 - 13:00 Tíðindi Veðrið

Mong er veðurteknini kring landið, og sera áhugavert er at skriva tey niður. Viðhvørt síggjast tey og eru avmyndað. Tað var tað í gjárkvøldið.

Á Kirkju tosa tey um vestanbakkan, og soleiðis er hann umtalaður á heimasíðuni hjá Veðurstovuni – www.vedur.fo/lokalvedur:

Eitt veðurfyribrigdi, sum tey á Kirkju brúktu nógv í gomlum døgum, er vestanbakkin. Er ættin úr útsynningi upp í vestan, og tað er nakað klárt í veðrinum um kvøldið, og sæst ein bakki av skýggjum standa í havsbrúnni vestan fyri Viðareiði, so er hoyterri dagin eftir. Tá ið teir sóu vestanbakkan, so høvdu teir gott mót.

Beint eftir sólsetur í gjár, tók Jógvan Páll Poulsen av Kirkju myndina beint vestureftir av vestanbakkanum.

Beint eftir sólsetur í gjár, tók Jógvan Páll Poulsen av Kirkju myndina beint vestureftir av vestanbakkanum. Tað var eitt lot av útsynningi, 6-7 m/s. Eitt hátrýst lá millum Føroyar og Noreg.

So er tað tað, hvussu eftrifarandi tað er, og hvussu væl teknið hevur hildið hesaferð. Tað síggja vit á myndini niðanfyri, sum er tikin av veðurstøðini beint norðan fyri bygdina. Har er heiður himmal og brenniterri við hita og sólskini.

Vestanbakkin sæst í havsbrúnni vestan fyri eiðið (Viðareiði). Tá ið fólk á Kirkju sóu hetta á kvøldi, var góður hoyterri dagin eftir.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein av manning­ini latið lív
Spreinging í maskinrúmi­num á Glyvursnesi
Áheitan á løgmann: Rek ikki fólk av land…
Skoytubreytin opin til kl. 20
Klaksvíkar Tónlistar­skúli ynskir sær kon…
Eyðun Thorgeirsson vitjar í Norð­lýsinum
Enn eitt álop á norð­urøkið
Greining av nýggju keypsætlan­ini hjá KÍ
Hanna Johannesen farin
Dennis Holm ger beint ímóti frámælinum
Nýggjársrøða løgmans 2024
Møti við útisetum nýggjárskvøld í Betesd…
Video: Tá vit fóru inn í nýggja árið
Gott nýggjár!
KÍ gjørt sáttmálar við tríggjar leikarar…
Ansið væl eftir tykkum
Nýggjársheilsan frá Nes kommunu
Sólarn Isaksen í Norð­lýsi­num
Bylgjucup var í vikuskiftinum
Regin smiður góð ummæli