Veðrið um vikuskiftið
Hátrýstveður hevur verið í nakrar dagar, og tað fer tað eisini at vera restina av degnum í dag og í morgin. Sunnudagin fer eitt lágtrýst eystureftir nakað langt norðan fyri Føroyar, og tað fer at taka yvir, tó at tað ikki er tann nógvi vindurin rundan um tað.
Tað hevur verið gott veður í morgun við bláum himni og sól næstan allastaðni í landinum. Lotið er sunnaneftir, upp í 7 m/s. Í nøkrum fáum støðum eitt sindur skýggjað, tó ikki nógv meir enn smáskýggjað.
Seinnapartin fer at vera smá- ella hálvskýggjað, og tað okkurt ælið verður í støðum, ella bara sirm. Í kvøld skýggjað og í støðum mjørki, ístøðum sirm ella mjørkatám. Hitin í dag upp í 18 stig, har sum ættin er góð, men í flestu støðum upp í 14-15 stig. Í kvøld kølnar helst nokkso fitt, tí tað er so klárt – kanska niður í 6-7 stig.
Í morgin er eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Sum líður á dagin 3 til 8 m/s av útsynningi. Skýloftið eitt sindur skiftandi, men helst turt allan dagin. Hitalagið neyvan so høgt sum í dag, men upp í eini 14-15 stig í støðum, har tað lívir fyri ættini. Um náttina niður í 5 stig.
Sunnudagin 3 til 10 m/s av útsynningi og yvirhøvur turt allan dagin. Fyrra partin av degnum samdrigið og kanska stundum regn ella sirm. Út á dagin skiftandi skýloft. Hitin 7 til 13 stig.
Gott vikuskifti.