Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hvussu verður við sálarfrøðinginum á Skúlatrøð?

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  06.09.2024 - 16:30 Politikkur Tíðindaskriv

Sum skilst, so hevur skipanin við sálarfrøðingi á skúlanum á Skálatrøð eydnast væl. Bæði foreldur, børn og fakfólk hava verið sera væl nøgd, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Djóna N. Joensen, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.

 

Tað var í 2021, at Klaksvíkar kommuna, Skúlatrøð og Mentamálaráðið byrjaðu eina royndarverkætlan við sálarfrøðingi á skúlanum.

Starvsfólk á skúlanum høvdu víst á tørvin at fáa sálarfrøðiliga hjálp til næmingar, sum í einum tíðarskeiði uppliva truplar broytingar í lívinum. Talan kann eitt nú vera um børn, sum hava mist, ella hvørs foreldur eru skild, børn við angist o.s.fr.

Eitt av átøkunum var júst at skipa samrøðubólkar fyri børn og ung, hvørs foreldur ikki liva saman.

Skipanin var tíðaravmarkað, og sum skilst skuldi skipanin eftirmetast, áðrenn støða skuldi takast til, um skipanin skal gerast til eitt fast tilboð á skúlanum.

Tað er ein sannroynd, at skjótari hjálp børn og ung við sálarligum avbjóðingum fáa, jú størri eru sannlíkindini fyri, at trupulleikarnir ikki gerast meira umfatandi.

 

Spurningarnir til landsstýrismannin eru soljóðandi:

 

1.     Er royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett ?

2.     Hvat sigur eftirmetingin um royndirnar við skipanini, og hvat verður mælt til ?

3.     Er ætlanin, at skipanin fer at halda fram á Skúlatrøð ?

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Neyðhjálp til Vanuatu
Óli á Gravarbø vitjar í Norð­lýsinum
Nýggjur stjóri í Magn
Nógv lýddu á seinastu prædikuna hjá Joha…
Rætta sjálvstýriskósin sett
Janus Open
Solidariska jarðarferðin?
Torradagar 17. – 22. februar
Hans Jacob heldur rundan dag
Tøkk - Dagný Olsen, f. Sólstein
Hoyringsskriv viðvíkjandi ætlanini at s…
Svimji­felagið Ægir 50 ár
Frálík nýggjárs­konsert
Tórshav­nar Gongufelag á vitjan
Pelagisku skipini undir Føroyum og Íslan…
Listafólk tryggjað eftirløn og ein nýggj…
Innskriving til 1. flokk komandi skúlaár
Sløkkiliðsleiða­rin: - Ein ótrúlig væta
Styrktur Ríkisfelagsskapur
KÍF á triðjaplássi eftir sigur á Mjølni…