5 átøk skulu menna eina góða ungdómsmentan
Skal Klaksvík halda fram við at vaksa, mugu fortreytir skapast fyri, at verandi ungu borgarar venda aftur til býin, eftir møguliga útbúgving uttanlanda. Ein týðandi partur av hesum má gerast fyri tey, meðan tey enn eru ung. Tað er her, tey skulu virka og savna sær fantastisk minnir.
Borgarakanningin, sum kommunan lat gera, vísti heilt greitt, at meiri skal gerast fyri tey ungu. Nøgdsemið hjá teimum í aldursbólkinum 18-29 ár var lágt, og hetta skal takast í størsta álvara.
Kanningin bleiv ikki gjørd til ung undir 18 ár, men hugsast kann, at nøgdsemið hjá teimum passar væl við tey 18 ára gomlu.
Ung í Arbeiði aftur á breddan
Tað var ein sólskinssøga fyri tey mongu ungu, ið vildu royna seg á arbeiðsmarknaðinum, tá ið vit brutu upp úr nýggjum og settu eina heilt nýggja og spennandi skipan í verk, sum gav okkara ungu borgarum í kommununi møguleikar at finna sína hill á arbeiðsmarknaðinum.
Við einum starvsportali, har ung kundu søkja sær arbeiði og kunning, og tøttum samskifti við vinnuna bar til at knýta hugagóð ung til arbeiðspláss, ið júst passaðu til teirra førleikar og áhuga.
Hetta eigur at verða raðfest aftur.
Ungir íverksetar serliga skipan
Klaksvík hevur fostrað óteljandi íverksetar, bæði innan handil, fisk, smiðju, timbur og mangt annað. Ofta birtist hugurin á heilt ungum aldri, men tað er eisini tá, at tað til tíðir kann vera torført at gera dreym til veruleika.
Tí skal serligt fokus setast á at knýta ungdómin nógv tættari at einum spennandi íverksetanarumhvørvi, har handverk, keyp og søla verða sameind.
Eisini eigur kommunan at gera serliga stuðulsskipan fyri íverksetar millum 16-26 ár, har møguligt er á ein einfaldan hátt at fáa gongd á fyrstu smáu fetini í strembanini eftir stóra dreyminum. Hetta hevði heilt víst givið okkara kommunu virðismikið framtakssemi og spennandi framtíð.
Ung skulu eisini skapa mentan
Í dag útlutar Klaksvíkar kommuna hvørt ár uml. 200.000 kr. til ymisk mentanarlig tiltøk í býnum. Tað er gott, og tað hevur mangan verið avgerandi fyri, at tiltøk yvirhøvur hava havt ein kjans.
Her eigur eisini, at verða gjørd ein serlig pulja til ung fólk, sum hava hugskot og áræði at fara undir okkurt tiltak í býnum. Eisini her er tað umráðandi, at tey kunnu fáa ráðgeving frá Mentanardeildini í kommununi, so bitin ikki gerst ov stórur hjá hugagóðum ungu spírum.
Kanska fáa vit ein nýggjan festival, ella mentanarhúsið verður karmur um slóðbrótandi tiltak, skapt av ungum til ung?
Tey ungu skulu sleppa framat, og tað kunnu vit eisini gera við einar slíkari skipan.
Ungdómsráð setast á stovn
Í míni tíð sum borgarstjóri settu vit verk integratiónsnevnd at ráðgeva býráðnum í mun til tilflytarar. Hetta hevur verið gull vert.
Virðismikil vitan er fingin, og átøk – skapt av tilflytarum – hava myndað býin.
Ung mugu eisini hava eina rødd. Eina rødd, sum hoyrist inn í býráðið, tá ið avgerðir skulu takast. Hetta er grundleggjandi fyri nøgdsemið, um vit skulu taka borgarakanningina í álvara.
Frítíðarkort nú
Eg havi áður víst á, at kommunan má geva ungu borgarunum frítíðarkort. Nýggja frítíðarkortið skal geva øllum borgarum í kommununi millum 6 og 18 ár eitt persónligt ognarkort á kr. 2.000 árliga. Endamálið við kortinum er at nýtast til alt virksemi á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum í kommununi.
Hetta er tiltrongt fyri tey ungu, ið ikki vita, hvørjum ítróttar- ella frítíðarmøguleika tey ynskja at gera nýtslu av, og samstundis er tað ein munandi lætti til barnafamiljurnar.
Vit mugu geva teimum ungu møguleikan. Møguleikan at prøva seg fram, at eydnast og gera feilir. Tey skulu hava tað stuttligt í okkara kommunu, skapa góð minnir og vinaløg. Hetta fer at gera, at tey koma aftur eftir lokna útbúgving, ella tey verða verandi her og menna kommunu okkara til nýggjar hæddir.
Jógvan Skorheim
Klaksvík