Lýsing
Lýsing
Lýsing

Magnus Powell verður høvuðsvenjari hjá KÍ í 2025

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  01.10.2024 - 11:58 Ítrottur Tíðindi

KÍ skrivar:

Avtala við Magnus Powell er komin undir land

Eftir árskiftið tekur Magnus Powell við sum venjari hjá besta mansliðnum. Magnus, sum er 49 ár hevur drúgvar royndir í svenskum og norskum fótbólti. Síðstu 16 árini hevur hann verið venjari eina mest í næstbestu deildunum í Noreg og Svøríki, umframt í 2021 í 07Vestur.

- Eftir tað var okkum greitt at Espen Haug endar sítt starv nú heyst, hava vit leita eftir avloysar. Valið er fallið á Magnus, sum vit halda hevur royndir og førleikar til at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum og vera við í menningini í tí fótbóltsfakliga arbeiðnum í felagnum, sigur formaðurin,Tummas Lervig.

Avtalan við Magnus Powell er fyribils fyri árini 2025 og 2026. Eftir ætlan kemur hann at vitja seinni í hesi vikuni.

- Hetta er ein avbjóðing, sum eg við eldhuga og eyðmýkt fari í holt við. Eg vil takka felagnum fyri góðar samrøður í hesi tilgongdini. Eg trívist væl millum føroyingar og gleði meg at koma til Klaksvíkar sum skjótast at fylgja dysti, hitta leikarar, leiðslutoymi og starvsfólk í felagnum. KÍ er eitt toppfelag, sum eg veit setir høg krøv, bæði í mun til úrslit og góðskuna  á vøllinum. So tíðin fram til januar verður týdningarmikil fyri okkum at fáa í lag eitt sterkt toymi av leikarum og hjálparfólki so vit kunnu halda fram við menningin, felagið higartil hevur havt. Fyri meg persónliga gleði eg meg at fáa eitt innlit í, hvussu felagið verður rikið, málsetingarnar hjá felagnum og virðisgrundarlagið. Og at enda gleði eg meg til at hitta øll í og ​​rundan um felagið, sigur Magnus Powell, komandi venjari. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroya Symfoniorkestur spælir várkonsert…
Morgunsangur í Christians­kirkjuni
Búskaparligt haldføri – vit mugu taka áb…
  Duo Ruut á G!
Børn fylla nógv í valskránni hjá Fólkafl…
Lat okkum gera valið til eitt náttúru- o…
Oliver Tree á G!
90-ini í føroyskari telving
Skúlin er opin mikukvøldið 11. mars kl.…
Samgongumøguleikar - hvussu nógvir og hv…
2025 var avbjóðandi á fíggjarmarknaðinum
Hetta vita vit um nýggja KÍ-leikaran
Bæði 2. og 3. virðisløn á SkúlaFM
Eg eri valevni hjá Sambands­flokki­num til…
Sakaris á G!
Gott úrslit fyri 2025
Tobbi um nýskipa­nar­nevndina
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Støðan í miðeystri ávirkar sendingar av…
Oljukreppa og vit eru ikki klár