Lýsing
Lýsing
Lýsing

HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og áræði á míni menningarferð víðari í lívinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  03.10.2024 - 11:17 Tíðindi

Alexandra á Dul, sjúkrahússtjóri

 

Tað er altíð hugaligt at hugleiða aftur á tíðina, tá eg gekk á HF í Klaksvík. Minnini eru mong, og ja, enn tann dag í dag, kunnu minnini fløva mítt hjarta, tí hetta 2 ára skeiðið gav mær bæði fakliga og persónliga menning.

Tá eg byrjaði á Klaksvíkar HF-skeiði í 1999, hevði eg, sum so, ikki gjørt mær stórar tankar um mína framtíð, men eg visti, at HF-skeiðið fór at lata upp dyr fyri víðari menning í mínum lívi.

Eingin í mínari familju hevði tikið hesa útbúgving, men pápi hevði nógvar góðar søgur um HF útbúgvingina, tí hann – saman við øðrum góðum fólki – hevði verið við til at seta útbúgvingina á stovn.

Hesi 2 árini á Klaksvíkar HF-skeiði kendi eg meg væl og í góðum hondum. Eg hevði m.a. valt at leggja meg eftir støddfrøðini, tí eg hugsaði at eg skuldi okkurt við tølum. Tað var so mín ætlan, eins og pápi og systkin míni høvdu gjørt, men tað gekk ikki long tíð, so fekk eg eisini eyguni upp fyri øðrum lærugreinum, ið hugtóku meg og kveiktu mín áhuga.

Frálæran í teimum ymisku lærugreinunum var dygdargóð. Eg fekk kensluna av, at okkara lærarar vóru nærlagdir og løgdu nógva orku í at læra frá sær.

Hesi árini knýtti eg nýggj vinarbond, samstundis sum gomul vinarbond blivu styrkt. Flokkurin og paralell flokkurin høvdu tað gott saman. Í fríkorterunum vóru vit næmingar saman og prátið gekk altíð gott og vit dugdu væl at samskipa góðar samverur, har eitt nú høgtíðir vóru í hásæti.

HF útbúgvingarskeiðið gav mær flog og áræði á míni menningarferð víðari í lívinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar og Russland gjørt semju um kvota…
Bogi: - Fyritøkur í Føroyum missa millu…
KÍ í samráðingum við Torino
Nýggjársbálið í Hvannasundi avlýst
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Fyltu bátin við Brislingi
Samráðast aftur í dag
Telving um jólini
KÍ kvinnur nýggjan høvuðsvenjara
Norðsøki aftur av roktúri
Tøkk - Elin Sofiía Thomsen
Arbeiðsmarknaðu­rin við eitt vegamót?
Vígsla  –  Evy og Jens
Er útboð besta valið?
Team Klaksvík selur fýrverk í ALFA
Fýrverkssølan hjá Nóa er byrjað
Svimji­høllin innvígd
Stríðsval at sleppa í nevndina
Annfinnur heldur fram sum formaður
Jól og góðveður