Lýsing
Lýsing
Lýsing

Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Signhild V. Johannesen  |  05.10.2024 - 08:19 Politikkur Tíðindaskriv

Eldrasamstarvið ímillum kommunurnar í Norðoyggjum hevur stórar og krevjandi avbjóðingar fyri framman. Ein eldradepil við fjølbroyttum tænastum kann vera ein týðandi partur av loysnini.

 

 

Vit kenna øll støðuna á eldraøkinum í dag, og vit vita, at talið á eldri borgarum fer at økjast í framtíðini. Hetta setur okkum øll undir trýst at finna loysnir, sum tryggja best møguligu umstøður fyri eldru borgarar okkara.

Vit eru á rættari leið, nú Klaksvíkar kommuna hevur tikið fyrsta stigið og er í ferð við at ogna sær eitt lendi við Gravarbø. Ætlanin er at byggja ein eldradepil, har vit vónandi fáa bæði atkomuligar eldraíbúðir við vakrari náttúru og eitt røktarheim til tey óhjálpnu. Røktarheimið skal samstundis veita tænastur til tey eldru, sum búgva í íbúðunum, soleiðis at gerandisdagurin verður innihaldsríkur, og trivnaðurin verður á hægsta stigi. 

Tað er alneyðugt, at allar kommunurnar í Norðoyggjum standa saman um hetta felags málið. Samstarv millum kommunur og borgarar er lykilin til at skapa eina haldgóða og varandi loysn, sum bæði tænir teimum eldru og gevur yngra ættarliðnum møguleika at tryggja sær eitt heim og eina framtíð í økinum. 

Ein eldradepil er ein íløga í bæði eldru og komandi ættarlið okkara, sum vit øll hava ábyrgd av. Tað er ein íløga, sum loysir fleiri avbjóðingar samstundis. Og ein íløga, sum heilt víst fer at løna seg.

Signhild V. Johannesen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði