Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hug at stilla upp til Eldraráðið?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  05.10.2024 - 07:00 Tíðindi

12. november 2024 skal nýtt Eldraráð veljast fyri Norðoyggjar. Endamálið hjá Eldraráðnum er at betra og styrkja sambandið millum eldri borgarar og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH)

 

 

Fyri at stilla upp skulu tey, sum stilla upp til Eldraráðið, vera 60 ár ella eldri sjálvan valdagin. Atkvøtt verður millum persónarnar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2025 til 31. des. 2028. Kundi tú hugsð  tær at stilla upp, skalt tú fylla út eina valevnisfráboðan. Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á heimasíðuni hjá NBH, www.nbh.fo/oydubloed/

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið. Eingin kann vera stillari fyri meira enn eitt valevni. Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum.

Valevnisfráboðanir mugu vera einari av kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. okt. 2024.  Hetta skjal fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Norðoyggjum ella á leinkjuni her. Valevnisfráboðan og stillaralisti til eldraráðsvalið 2024

Persónar á innkomnu valevnisfráboðunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt. Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri NBH. Valið fer fram sama dag sum kommunuvalið.

Tí skulu veljast hesir limir:

  • Klaksvíkar kommuna fær 7 limir
  • Hvannasunds kommuna fær 1 lim
  • Viðareiðis kommuna fær 1 lim
  • Kunoyar kommuna fær 1 lim
  • Fugloyar kommuna fær 1 lim

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Tey næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum. Les meira um Eldraráðið og viðtøkur fyri Eldraráðið her: Eldraráðið-NBH

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útgávufundur: Føroyska King James Bíblia…
Við álítandi og nærløgdum arbeiðssemi fi…
HF-tíðin var góð fyri meg
Virðilig og innihaldsrík ellisár í Norðo…
Hug at stilla upp til Eldraráðið?
Myndarøð: KÍ vann trygt 3-1 á Djúpumýru…
Góða gongdin hjá KÍ heldur fram
Veðrið um vikuskiftið
Kvartettin í Betesda sangfund í Skálavík…
5 nýggjar barnabøkur á føroyskum
City Tórshavn hevur fingið nýggjan leiða…
Heiðrikur á Heygum í Gamla Seglhúsinum
Lena Anderssen spyr: “Dugir tú at tosa f…
Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð
FIFA-viðtøkur stríða ímóti ES-lóggávu, s…
Norðsøki 4.200 pund
200 milliónir við síðuna av
Avgerðandi dómur innan fótbóltin í dag
Upptakt: KÍ-NSÍ
Varpið rockaði