Veðrið í vikuni
Hann hevur ligið tráur av landnyrðingi í vikuskiftinum, og tað fer hann eisini at gera í nakrar dagar afturat.
Óstøðug luft streymar av leiðunum langt norðan fyri Føroyar suður ímóti leiðunum vestan fyri írland, har eitt lágtrýst liggur og dregur tað til sín. Sagt hevur verið frá vindi í dag og í morgin, og í skrivandi løtu er vindferðin ikki komin har upp, sum væntað. Men næstan.
Lágtrýstøkið vestan fyri Írland fer at flyta seg eystureftir, og ættin kring Føroyar fer tí úr landnyrðingi upp í norðan í miðvikuni. Seinnapartin í vikuni – fram ímóti vikuskiftinum – fer ættin vesturum til útnyrðing.
Sama hvat ættin er, so kemur luftin av køldum leiðum nær við Norðpólin, og hitalagið her hjá okkum fer so við og við niðureftir, og tað fer at kølna nøkur stig næstu dagarnar.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Landnyrðingur, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Um náttina langt ímillum ælini. Hitin 4 til 9 stig.
Týsdagin:
Enn landnyrðingur, men minni vindur, 10 til 15 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Sum frá líður smáskýggjað og sólglottar í støðum. Hitin 3 til 8 stig.
Mikudagin:
Hann fer upp í norðan, 5 til 10 m/s, skifatndi skýloft og okkurt ælið. Hitin 2 til 7 stig.
Hósdagin:
Minkandi vindur norðaneftir, 2 til 7 m/s, skýggjað ella smáskýggjað og regn av og á. Hitin millum frostmarkið og 6 stig.
Fríggjadagin:
Hann fer vesturum til útnyrðing, vindferðin 3 til 8 m/s, skýggjað ella smáskýggjað og sólglottar, men eisini løtur við ælaveðri. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.