Lýsing
Lýsing
Lýsing
Beinta Dam, stjóri í Landsgrannskoðanini, afturvísir páhaldini í Degi og Viku farna fríggjakvøld.

"Bústaðir er ikki haldført, tí leigan fíggjar bert 70%"

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.10.2024 - 23:05 Tíðindi

Landsgrannskoðarin Beinta Dam hevur fingið ein lyklaleiklut sum sannleiksvitni í aktuella málinum, har Landsstýrismálanevndin ákærir Ingilín D. Strøm fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum. Men hvørjar ábendingar um manglandi langtíðar haldførið hjá Bústøðum sær Landsgrannskoðarin?

Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini um Bústaðir (Húsalánsgrunnin) bleiv handa løgtinginum í mars 2024. Tann 19. apríl 2024 almannakunngjørdi Landsgrannskoðanin frágreiðing sína á heimasíðu síni

Tann 2. mai 2024 var triðja viðgerð av uppskotinum til lógarbroytigini, sum heimilar Bústøðum at læna fleiri hundrað milliónir krónur aftrat. Og tað var her, at Ingilín D. Strøm kom við hesi fráboðanini: 

"Eg havi ongar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Búðstøðum."

Vikuna eftir kærdi Jacob Vestergaard landsstýriskvinnuna til Landsstýrismálanevndina fyri at siga ósatt fyri Løgtinginum. 

Í sambandi við kanningararbeiðið hjá Landsstýrismálanevndini hevur Landsgrannskoðanini tann 19. juni 2024 skrivað eitt bræv til Landsstýrismálanevndina, har Beinta Dam, stjóri í Landsgrannskoðanini, ger fylgjandi niðurstøðu um sína egnu frágreiðing frá mars í 2024: 

"Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at tað í frágreiðingini eru fleiri og týðiligar ábendingar um, at trupulleikar eru við langtíðarhaldførinum hjá Húsalánsgrunninum."

Í Degi og Viku farna fríggjakvøld setti Jógvan Amonsson, fyrrverandi grannskoðari hjá Bústøðum, spurning við hetta bræv frá Landsgrannskoðanini, har hann ikki dugdi at finna hesar ábendingar í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini. Sum Norðlýsið avdúkaði leygardagin, gloymdi KVF at upplýsa fyri hyggjaranum, at Jógvan Amonsson áður hevur verið grannskoðari hjá Bústøðum í 9 ár. 

Landsgrannskoðanin sær greiðar ábendingar

Norðlýsið hevur tí spurt Beintu Dam, stjóra í Landsgrannskoðanini, hvørjar viðmerkingar hon hevur til páhaldini hjá Jógvan Amonsson í Degi og Viku fríggjakvøldið? 

"Eg havi ongar viðmerkingar til uppáhaldini hjá Jógvani Amonsson, tí hann segði í Degi og Viku, at hann hevði ikki lisið alla frágreiðingina hjá Landsgrannskoðanini um Húsalánsgrunnin."

Síðani spurdi Norðlýsið eisini, hvørjar ábendingar í frágreiðingini Beinta Dam sipar til í skrivinum til Landsstýrismálanevndina tann 19. juni 2024?

Hesum svarar Beinta Dam skrivliga niðanfyri.

"Í høvuðsheitum eru tað hesi trý viðurskiftini, sum Landsgrannskoðanin hevur lagt dent á:

1. Húsalánsgrunnurin roknar húsaleiguna grundað á 70% av byggikostnaðinum.
2. Húsalánsgrunnurin hevur ikki læst rentuna.
3. Húsalánsgrunnurin tekur ikki fult grunsgjald í øllum leigumálum.

Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini var umbiðin av Løgtingsgrannskoðarunum og skuldi svara fimm spurningum (s. 7). Frágreiðingin tekur støði í teimum umstøðum og fortreytum, sum vóru galdandi fyri Húsalánsgrunnin í kanningartíðarskeiðnum.

Í frágreiðingini lýsir Landsgrannskoðanin, hvussu Húsalánsgrunnurin, eftir fyrimynd úr danska Landsbyggefonden, setir saman ein leist at fíggja bygging av leigubústøðum og útleigan av somu bústøðum. Leisturin er, at húsaleigan skal roknast út eftir, hvat bygningurin kostar at byggja, fíggja og reka, og at eitt gjald fyri langtíðarviðlíkahald, og eitt grunsgjald skal leggjast omaná (ss. 49 – 57).

Til nr. 1.

Fyri at fáa húsaleiguna niður, hevur stýrið fyri Húsalánsgrunnin gjørt av, at húsaleigan skuldi roknast av 70% av byggikostnaðinum, býtt yvir 30 ár. (s. 50). Restin av byggikostnaðinum, skuldi standa sum rentu- og avdráttarfrítt stovnsfæ tey fyrstu 15 til 20 árini. Eftir tað skuldu tey 30%-ini eisini roknast inn í eina endurfígging av bygninginum.

Soleiðis sum Landsgrannskoðanin hevur skilt, ber ikki til at fáa eina húsaleigu, sum rindar meira enn ein part av byggikostnaðinum, í ávísum førum 70% av byggikostnaðinum. Spurningurin er tí, hvussu restin av kostnaðinum skal fíggjast.

Bústaðir hava greitt frá, at tey 30%-ini skulu fíggjast við at leggja rentu- og avdráttarfría stovnsfæið afturat skuldini, tá ið 15 til 20 ár vóru liðin, og upprunaskuldin er goldin nakað niður.  Samlaða avdráttartíðin verður tá 50 ár. Tey 30%-ini verða harvið fíggjað við at skjóta afturgjaldingina 15-20 ár fram í tíðina. Eingin endurfígging er farin fram enn, so vit vita ikki, hvussu tað verður gjørt (mynd 6.2 á s. 51).

Húsalánsgrunnurin hevur kunnað fíggjað byggikostnaðin, tó at leigan hevur verið sett til at rinda 70% av kostnaðinum, tí stovnurin hevur bygt fyri tær 600 mió kr., sum hann upprunaliga hevði at byggja fyri.

Fyri bygningarnar, sum eru bygdir við lánifígging, skal Húsalánsgrunnurin rinda lánsgjald, sum svarar til 100% av byggikostnaðinum. Tá ið leigan framvegis verður roknað av 70% av byggikostnaðinum, mugu 30 % fíggjast á annan hátt. 

Spurningin, um hvussu tey 30%-ini skulu fíggjast, hevur Landsgrannskoðanin ikki fingið frágreiðing um, annað enn at tað skal rindast aftur seinni við endurfíggingini.

Til nr. 2.

Fíggjarkostnaðurin í húsaleiguni var roknaður út frá einari rentu, sum ikki var løst føst við t.d. einari lánsavtalu, men heldur út frá lægstu rentuni, sum Húsalánsgrunnurin sjálvur kundi læna út til, t.e. orkulán uppá 2,75%. Hendan støðan setti Húsalánsgrunnin í ein rentuváða. Grannskoðarin hjá Húsalánsgrunninum skrivar í protokollini fyri 2022, “Við núverandi rentustigi áleið 3%, og núverandi gjaldi, svarar afturgjaldstíðin til áleið 45 ár, og má tí roknast við, at lánsgevarin fer at hækka gjaldið. Tað vil ávirka gjaldførið negativt, og eigur leiðslan at hava tað fyri eyga og dagføra rakstrarætlanina samsvarandi.” (s.35). 

Til nr. 3.

Frágreiðingin vísir, at í teimum sjey dømunum, sum Landsgrannskoðanin hevur kannað, er ikki roknað fult grunsgjald upp í húsaleiguna. Tí verður uppsparingin, sum leisturin leggur upp til, ov lítil til framhaldandi nýtímansgerð og bygging av nýggjum íbúðum. 

Skoytast kann upp í, at heimild er fyri at útluta landskassanum part av úrslitinum eftir skatt. 

Av tí at Húsalánsgrunnurin ikki er ein grunnur, og at upphæddirnar, sum verða tiknar inn til langtíðarviðlíkahald og grunsgjald, verða roknaðar sum vanlig inntøka, kann uppsparingin, sum Húsalánsgrunnurin skal hava fyri at fíggja nútímansgerð og nýbygging, rindast út sum vinningsbýti, tí peningurin er ikki vardur sum í einum grunni."

Átti Ingilín eisini at sæð ábendingarnar?

Landsstýrismálanevndin skal taka støðu til, hvørt tað er rímuligt at krevja av einum landsstýrisfólki og umsiting hennara, at tey eisini duga at síggja hesar greiðu ábendingarnar í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini. Í svari sínum til Landsstýrismálanevndina, sum KVF hevur almannakunngjørt fyrr í kvøld, vísir Ingilín D. Strøm á, at hon var sannførd um, at Bústaðir vóru í holt við at bøta um fíggjarligu avbjóðingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevði víst á. 

Norðlýsið fekk í farnu viku alment innlit í, hvussu Bústaðir á sumri 2024 hevur ásett leiguna fyri nýggju leigubústaðirnar í Fuglafirði. Í svarinum frá nýsetta stjóranum framgongur týðuliga, at roknifrymulin framvegis tekur støði í, at leigan skal ásetast fyri at fíggja 70% av byggikostnaðinum. 

Bústaðir hevur sostatt framvegis ikki bøtt um fíggjarligu avbjóðingarnar, sum Landsgrannskoðanin hevur víst á í síni frágreiðing. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Amnesty International enn eitt álop á Ís…
Kí samrøður við Niclas Niclasen og Jákup…
Samrøða við Elsebeth Mercedis
Býarbussu­rin koyrir aftur
Sendið inn uppskot til Ársins Rósu
Avmarkað eftirlit við týðandi rættarregl…
Fleiri enn 30 fráboða­nir komnar
KÍ á breddanum í dag
Hugna sær í illveðrinum
Allir mans eru úti
Allir dagstov­nar stongdir
Skúla­gongdin á Skúlatrøð avlýst
Býarbussu­rin avlýsir koyring­ina í morgin
Meir um ringa veðrið
Danskar fyritøkur selja fyri milliardir…
Um ringa veðrið, sum er í væntu
Narniaævintýri gjørdi innreið í Varpið
Búskapu­rin fær undanvind frá vitlíki
Jóla­hugnaløta í Christians­kirkjuni frígg…
Bjarta, Jógvan, David og Maja spæla jóli…