Lýsing
Lýsing
Lýsing

Broyttur roknskaparháttur vent hall til yvirskot

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.10.2024 - 22:13 Tíðindi

Í ársroknskapinum fyri 2023 hevur Bústaðir broytt roknskaparhátt í mun til 2022. Bygningarnir væntast knappliga at hava eina 20 ára longri livitíð og at hava nógv størri virði aftaná 50 ár. Avleiðingin er eitt nógv minni hall nú.

Vanliga hava noturnar í ársfrágreiðingum ikki so stóran áhuga. Men í hesum døgum við politiskum rumbli um almenna bústaðarfelagið Bústaðir má serligur áhugi vera fyri notunum í ársroknskapinum hjá Bústaðir fyri 2023. Serliga er tað notan um innroknan og ásetan av virðinum á materiellu støðisognum felagsins, sum hava áhuga.

Í 2022 ársroknskapinum brúkti Bústaðir 30 ár í brúkstíð at avskriva íbúðarognirnar við einum restvirði á íbúðararognunum ásett til 30% av upprunaliga keypsvirðinum eftir 30 ár. Í ársroknspapinum fyri 2023 er brúkstíðin broytt til 50 ár, meðan restvirðið eftir 50 ár nú er ásett til 50% av keypsvirðinum.

Í ársfrágreiðingini fyri 2023 eru roknskapartølini fyri 2022 eisini broytt samsvarandi nýggja roknskaparháttinum. Úrslitið fyri 2022 er broytt frá at vera eitt hall á 2,1 milliónir krónur til eitt avlop á 1,5 milliónir krónur. Eginognin við ársenda 2022 er uppskrúva við 15 milliónum krónum av broytta roknskaparháttinum. 

Roknskapurin fyri 2023 vísir tó framvegis eitt stórt hall á 2,3 milliónir krónur, sjálvt um roknskaparhátturin er broyttur. Undirskotið hevði tó verið enn størri, um man ikki broytti roknskaparhátt, tá avskrivingarnar høvdu verið væl størri í so fall. Hallið hevði tá verið áleið 6 milliónir krónur. 

Við ársenda 2023 hevði Bústaðir einans 8,5 milliónir krónur í tøkum peningi. Tað framgongur eisini av roknskapinum, at Bústaðir við ársenda 2023 hevði verkætlanir í gerð fyri 261 milliónir krónur. Ei undur í, at tað skuldi ganga skjótt fyri seg við at fáa nýggju lániheimildina samtykta í Løgtinginum í vár. 

Her tykist soleiðis at vera enn ein greið ábending um, at Bústaðir hevur trupulleikar við fíggjarliga haldførinum. 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…