Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lea í Klaksvíkar Svimjihøll | Mynd: Danny O. Højsted

Lea Osberg Højsted nýtt føroyskt met

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.10.2024 - 21:57 Ítrottur Tíðindi

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti nú seinnapartin stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll svam seg til úrslitið 2:34.89

 

Emma F. Nystrøm (1996, HS) átti føroyska metið á 2:36.12, frá FM á stuttgeil í mai 2014, meðan Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir) átti føroyska juniormetið á 2:37.08, frá tá ið hon vann bronsu á Oyggjaleikum á Jersey í 2015.

Besta tíð hjá Leu áðrenn hetta, var 2:37.24 frá tá ið hon vann silvur á Oyggjaleikum á Guernsey í fjør. Sostatt ein persónlig betring á 2,39 sekund hjá Leu sjálvari, til nú at hava betrað føroyska metið við 1,23 sekund.

Kravtíðin til Oyggjaleikir á Orkney 2025 er 2:36.98, meðan kravtíðin hjá eldri juniorgentum til NJM 2024 í Vejle er 2:35.35. Lea hevur sostatt klárað báðar hesar, meðan kravtíðin til HMS 2024 er heldur harðari, 2:28.40.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival
Julian føroyskt met á 5 km og danskur me…
Myndarøð: Upplatingarveitsla á KG
Kythira! -Ella kanska ikki?
Hitabylgjur verða sannlíkt vanligari kom…
Móðir KÍ-leikarar í skelkandi tapi
Varpið vorðið miðdepilin í Klaksvík
Upptakt: KÍ-07 Vestur
Føroyar í hálvfinaluni eftir sigur á And…
- Errin bjóða vit øllum heiminum inn til…
Jógvan Júst talar í Betesda sunnudagin
Føroysku flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu 3-0 á…
Skommin í Gijón
Opið hús á KG í dag
Liðhamar inni við 22.000 pundum
Stásilig upplatingarveitsla á KG
Flogbóltur: Kvinnur­nar spæla tveir dysti…
Fólka­pensjónin og fyritíðar­pensjónin hæk…
Atgongumerkjasølan er byrjað til finalun…