Lýsing
Lýsing
Lýsing
Á myndini eru Oddvald Olsen og Jón Purkhús, sum eru ali leiðarar hjá Bakkafrost, og Ólavur Thomsen og Daniel Obradovic frá GroAqua í Føroyum.

GroAqua byggir heimsins størsta fóðurflaka til Bakkafrost

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  30.10.2024 - 09:19 Myndarøð Tíðindi Vinna

GroAqua og Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka, tá ið tað kemur til stødd av fóðurgoymslu og tal av fóðurlinjum.

 

Fóðurflakin tekur 1.100 tons av fóðuri og hevur 24 fóðurlinjur. Við hesum er møguligt at fóðra 24 aliringum samstundis. Fóðurflakin verður útgjørdur við n‎‎‎ýggjastu tøknini hjá GroAqua á Kambsdali, sum ger at fóðurflakin verður ómannaður. 

Talan er um størsta sáttmálan, sum GroAqua nakrantíð hevur gjørt, tí fóðurflakin er annar av tveimum fóðurflakum, sum GroAqua skal byggja fyri Bakkafrost á hesum sinni.  

“Vit hjá GroAqua eru errin av at hava gjørt eina søguliga avtalu við Bakkafrost um at byggja tveir stórar fóðurflakar, sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua arbeiðir við hesi verkætlan. Verkætlanin vekir ans uttanlands, tí talan er um slóðbrótandi fóðurflakar í mun til støddina og tøknina umborð, sigur Ólavur Thomsen.”  

Tað er GroAqua í Pólandi, dóttirfelag hjá GroAqua í Føroyum, sum stendur fyri byggingini av fóðurflakunum saman við starvsfólkum í Føroyum. Flakarnir skulu verða lidnir til komandi summar.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt feløg í Pólandi, Skotlandi og í Norra. 100 fólk starvast í samtakinum. 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Dystar­veðrið KÍ – SJK
Passivt-aggressivir politikarar
Bláa Bylgjan ger nógv burturúr avgerandi…
Lena Anderssen á Summar Festivalin
Kaj Leo: Eg stovnið eitt áhugafelag fyri…
Upptakt: KÍ-SJK
Helgi Jacobsen 90 ár
Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í…
Páll A. Klettskarð: Hesir dystir eru nak…
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt, áðr…
Oljudálking við Grótrætt
Tvey pør í finalunum í tvímansleiki
Seinasta venjingin undan stórdysti­num í…
Miriam og Rúni í finalunum í einmansleik…
Oyggja­leikavetera­nar hittust á Orkney
Hallur Joensen vitjar Norðlýsið
Framerunning: Fleiri gull og met í Danma…
Kring Eiðisvatn í bakandi sól
Náttúrubingo - kom út í náttúruna í summ…
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…