Lýsing
Lýsing
Lýsing

”Um bert einki Ísrael var”

SKRIVAÐ: Jenis av Rana  |  30.10.2024 - 14:15 Politikkur Tíðindaskriv

Eg havi sitið á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík síðani í gjár. Nógv gott at hoyra, men eisini mangt, sum undrar oyra. Ein fyri og (onnur) eftir fara, kropp á kroppi, upp á røðarapallin. Kappast um at tosa, sum um allur heimurin er, og vildi verið, ein friðarlig Oasa, ”um bert einki Ísrael var”.

 

 

 

 

Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men:

 

”Gloyma” 7. oktobur 2022.
”Gloyma”  terroristarnar, eisini teir, sum vóru løntir av UNRWA (ST).
”Gloyma” óndskapartunnlarnar.
”Gloyma” meginpartin av teimum 120.000 runt heimin, sum einans í 2022 doyðu av krígsávum.
Siga ikki eitt orð um terroristarfelagsskapir og terrorstatir- Hamas, Hutu, Hizbolla, Iran, Norðurkorea- og vit kundu hildi á.
Siga ikki eitt orð um tíggjutals onnur kríggj, sum dagliga herja heimin (182 vápnaðar konfliktir leikaðu í í 2022).
Siga ikki eitt orð um tey 20.000, sum dagliga doyggja runt heimin av hungri. Doyggja, ikki tí matur manglar, men vegna líkasæla raðfesting og gramni.
Siga ikki eitt orð um tey, hvørs heimlond eru í totalari upploysn vegna borgarakríggj, eitt dømi er Sudan.
 

Eg steðgi her, men undrist framvegis! Undrist yvir, hvussu smalur sjónarringurin, og harvið veruleikin, bráddliga kann gerast, serliga hjá fólki, sum siga seg brenna fyri tí veika, honum og henni, sum órætt líða.

 

Jenis av Rana

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu
Felagið Føroysk Bygdarsøvn
Stjørnan styrkir venjaratoymið
ASC - arbeiðstíð og tørvurin á einum fak…
Norð­urlendsk fakfeløg fyri undirvísarar…
Amnesty opið hús á mentan­arnáttini
Útilív í góðveðrinum
Byggisamtyktin fyri A18 og B9 broytt og…
Modelbáta­framsýning á Føroya Fiski­mannaf…
Heima sum longst – men hvussu?
Hjem - og Filmsfelagið fer í summarfrí
Vinnulívs­ráðið í Klaksvík aðalfund
Lønargjógvin vaks 1. juni
Tættari samband við Bretland
Eftirsleipið á lands­vegakervi­num er vaks…
Móttøka á Sjóndeplinum
Komið øll við: Barbara Norðbúð vitjar No…
Soleiðis gongur hjá ungdóms­deild­ini hjá…
Byrgingin um Haraldssund kostar 72 milli…