Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen

SKRIVAÐ: Dávur Winther. Myndir: Dávur Winther  |  01.11.2024 - 16:28 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið var stór fagnaðarkonsert fyri tónaskaldinum, Knúti Olsen í Christianskirkjuni

 

 

Har var nógv á skrá - alt við løgum eftir Knút Olsen - við felagssangi, Skúlabarnakóri, Kóri í Christianskirkjuni, Stranda Sangkóri, Klaksvíkar Hornorkestri, solosangi við Hanne Marit Mordal Iversen, Gøtu Kirkju Ungdómskóri.

Eftir hetta sungu øll kórini saman við Klaksvíkar Hornorkestri fleiri løg og til endans varð aftur felagssangur, har sungin varð, ”Føroyar mín móðir”.

Tað er nóg mikið at taka av, tí Knút hevur sett løg til sálmar, fosturlandssangir og eisini hópin av barnarímum og yrkingum. Fleiri hundrað í tali.

Takk fyri frálíku sangirnar – frálíku løgini, vit hava hoyrt frá tíni hond gjøgnum tíðirnar, Knút!

Knút Olsen er føddur í Sandavági 20. november 1945. Hann er tónasmiður, tónleikari, organistur og lærari.

Tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1969, og hevur verið lærari Hvalvík, Leirvík, Tjørnuvík og í Tórshavnar kommunuskúla.

Sigast kann, at Knút í tónleikasøguligum høpi hevur fylt eitt tónleikaligt tómrúm eftir Jógvan Waagstein og Hans Jacob Højgaard, sum var í føroyskum sangi frá miðskeiðis í sjeytiárunum.

Sjálvt um stílurin hjá Knúti er siðbundin, og heldur seg til siðbundnar ”reglur” fyri lagasmíð, so tekst ikki burtur, at Knút Olsen hevur sín heilt egna stíl!

Hvør kundi skriva ”Juni” so ræðið, lætt og syngjandi sum Knút. Hesum lagi góðu m.o. 17 Sangarar eitt serligt flog!

Eitt annað lag, sum er tikið úr leikum, er, Vár longsul! Hvør kann lata slíkan tekst í so inniligan búnað: ”Mær leingist at fevna teg grønkandi vár – Mær leingist hold títt at kína” – sum Knut Olsen.

Hetta er eitt so undurfagurt lag og ein krúna til framúr tekstin hjá S. P.  Zachariasen.

Men so sum tað er útsett til hornorkestur, er tað eisini heilt fantastiskt. Bassgangurin liggur so tryggur undir og syngur ella kittlar sítt egna lag, sum blíva til forskotnar duettir til bæði Sopranin, Altin og Tenorin - ein fantastisk samanrenning!!

Hetta lagið átti at verið við ”Bíbliuni” hjá hornorkestrum, Reyðu Bók. Tað hevði heilt víst ligið heilt ovarlaga á top-10 listanum har!

Av tí, at Knút er kórmaður, haldi eg heilt víst, hann hevur kórið í huganum, tá ið hann skrivar løg – Hvør kann skriva løg so logisk, eintýðug, góð – ja, yvirraskandi góð løg, sum Knút?  Knút rakar seymin á høvdið hvørja ferð!

Men fyrst og fremst setur Knút seg væl inn í tekstin. Hvat vil teksturin, hvat sigur teksturin - hvussu er sinnalagið / huglagið í tekstinum? Hetta gevur so búnan, stemningin, lættheitina, melankoliina og øll hini hugtøkini, sum Knút hevur liggjandi í skuffuni. Her rakar hann sálina í sanginum ella tekstinum, sum verður stemmað av við sálina í lagnum, so hesi kunnu finna saman. At tey bera so væl hvønn annan.

Føroyar mín móðir, Nú strýkur vár, Várlongsul, Juni og øll hini beinraknu løgini – øll hesi eisini sett út fyri Hornorkestur. Hesi er bert eitt dism av øllum tí góða, Knút hevur gjørt.

Lætta lyndið, logiska lagasmíðið í mun til tekstin, sum sjálvandi ikki er lætt: ”At gera tað torføra einkult” – at skera inn til bein. Men her rakar Knút, sum sagt, seymin á høvdið hvørja ferð við sínum løgum, ið eru sangbar, góð løg, harmonisk, leikandi løtt við góðari tónamynd hvørja ferð, so tú fært hug at syngja við!

Tú hevur dugað, torað og klárað at skorið heilt inn á bein! Takk fyri tað.

Vit takka fyri Hópin av fosturlandssongum, sálmum og barnarímum og yrkingum, tú hevur gjørt løg til – Við ynski um eina bjarta framtíð.

Takk til tykkum, sum hava tikið stig til hesa væl uppiborna heiðran!

 

Fagnaðurin er drúgvur og rúgvusmikil:

Sunnudagin, 27. oktober klokkan 15:00 í Vágs kirkju:

Kirkjukórið Ljómur, Vestmanna sangkór, Skúlakórið í Vágs Skúla, træblásarar og Tvøroyrar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.

Týskvøldið 29. oktober klokkan 20:00 í Sandavágs kirkju:

Vágakórið, Havnarkórið, Tarira, Sørvágs hornorkestur og Vestmanna hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen.

Mikukvøldið, 30. oktober kl. 19:00 í Fuglafjarðar kirkju:

Fuglafjarðar sangkór, Eystanljóð, Fuglafjarðar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen

Hóskvøldið, 31. oktober kl. 20:00 í Christianskirkjuni:

Kórið í Christianskirkjuni, Stranda sangkór, Gøtu kirkju ungdómskór, Barnakór í Klaksvík, Klaksvíkar hornorkestur og Hanne Marit Mordal Iversen

Leygardagin, 2. november kl. 16:00 í Vesturkirkjuni:

Eystanljóð, Fuglafjarðar sangkór, Tórshavnar manskór, Tórshavnar kamarkór, Havnarkórið, Tarira, Gentur úr Musikkskúlanum, Havnar hornorkestur, GHM, fólk úr hinum kórunum og Hanne

Marit Mordal Iversen

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið tippar: Tað verður Sirið Stenb…
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Jól í El-In
Fagnaðar­konsert fyri Knút Olsen
Eg havi nógv eftir at bjóða!
At lata seg í grønt undan valinum er ikk…
Fráfaringarløta fyri Noomi
Allan verður høvuðsungdóms­venjari
Hølisumstøður hjá Klaksvíkar Tónlistaskú…
Árni H. Ellefsen nýggjur nevndarfor­maður…
Eldraøkið skal raðfestast
Veðrið um vikuskiftið
Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvík
Minningarhald í Svínoy
Allahalgannahald á Syðradali
Nú kemur sølutorg og bátafelags­hús
Saman um trivnað og mentan: Ein framtíð…
Eldraøki – mugu hava nokk av plássum!
Kvinna fyllir 20 ár – størsta Kvinna í s…
Valkaféir og Valfundur í Varpinum