Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lønarviðurskiftini orsøk til at kvinnur ikki flyta heimaftur

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  08.11.2024 - 14:49 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyski arbeiðsmarknaðurin – serliga tann almenni – vísir ikki ta virðing fyri “kvinnuligum” størvum, sum tann danski arbeiðsmarknaðurin ger. Hví so flyta heimaftur?

 

Tað er ein sannroynd, at í Danmark hava kvinnur – sum oftast eru í sáttmálaløntum størvum innan heilsu, undirvísing og sosiala hjálp – betri møguleikar fyri lønarhækkingum, ið røkka út um sjálva sáttmálalønina. Eg havi sjálv upplivað hetta sum sjúkrarøktarfrøðingur í Danmark, har eg eftir bert hálvum ári fekk eina førleikaviðbót á 1000 krónur um mánaðin. Hendan førleikaviðbót varð givin fyri ágrýtni og at vísa árbyrgd í míni starvi, og hesin parturin av lønini kom frá sjálvari deildini. Hevði eg hildið fram í eini fimm ár, hevði eg havt møguleika til eina førleikaviðbót á 8000 krónur um mánaðin út yvir ta sáttmálabundnu lønina. Hetta eru ikki smáir pengar!

Men á føroyska arbeiðsmarknaðinum er sáttmálalønin fastfryst. Tað hendir seg, at tú í eini starvslýsing sær setningin “løn sambart avtalu”, men so er tað annaðhvørt eitt mansligt starv, ella eitt stjórastarv. Her er als onki rúm fyri persónligari lønarviðgerð, sama hvussu fakligu ella persónligu førleikarnir eru, og hvussu stórt virði arbeiðstakarin ber við sær inn í starvið. Alenni arbeiðsgevarin í Føroyum hevur tí stórt sæð ongan møguleika at tiltrekkja og behandla kvalificeraða arbeiðskraft, men má bara hyggja at, meðan tey best kvalifiseraðu leita sær í onnur lættari størv, tí onki er at lokka við. Onki uttan kanska okkurt skeið og onkur faklig menning, sum tó sjálvdan gevur nakað eyka í lønarposan, men bert leggur upp til størri engagement frá arbeiðstakaranum.

Mín persónliga meining er, at hendan orsøkin ikki bara er ein verulig orsøk, men helst eisini hin týdningarmesta orsøkin til at serliga kvinnur ikki flyta heimaftur. Føroyski arbeiðsmarknaðurin – serliga tann almenni – vísir ikki ta virðing fyri “kvinnuligum” størvum, sum tann danski arbeiðsmarknaðurin ger. Hví so flyta heimaftur? Hví flyta heimaftur til at fara fleiri túsund krónur niður í løn um mánaðin, her kostnaðarstøði enntá er munandi hægri? Hví flyta heimaftur, her eingi útlit eru fyri nøkrum øðrum, enn smáum sáttmálasamráddum lønarhækkingum, sum sum oftast halta væl aftaná øktum kostnaðarstøði?

Oftast hoyra vit, at orsøkirnar til at útisetar ikki flyta heimaftur, eru bústaðartrotið, manglandi faklig menning og mentanartilboð, sum mugu betrast. Men eftir stendur tann stóri ljósareyði elefanturin, ið eingin tekur uppá tunguna. Lønarviðurskiftini.

So eg spyjri: Hava vit eiga lóg, sum forðar eitt nú Klaksvíkar kommunu, at geva heilsurøktarum eina førleikaviðbót fyri sýnt ágrýtni og árræði, og soleiðis bæði varðveita kvalifiseraðið starvsfólk og enntá tiltrekka fleiri, og sum so eisini viðførir størri innsats í sjálvum starvinum? Júst hvar liggur forðingin í at gjalda nakrar krónur útyvir minstulønina, sum sáttmálin krevur, sum eina “minstuløn”?

Verði eg vald, so verður hetta ein spurningur, ið eg fari at leita eftir svari uppá og vita, um møguleiki er fyri at broyta. Eg eri sannførd um, at hetta kann vera við til at venda vandafullu gongdini við fráfarandi starvsfólkum innan røktarøkið.

 

Sylvia Thomsen

Valevni á lista D

Lýsing
Seinastu tíðindini
Búskapur í øllum: Grønlendski búskapu­rin…
Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sj…
Fiskimála­ráð­har­rin við Torrablað­num í ho…
Suðuroyar­tunnilin í SALT
Eirikur vitjaði í Norð­havnini
Veðrið um vikuskiftið
Miðlan stongd í dag
Førleikamenning í NBH
Hanus aftur í Christians­kirkjuni
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá…
Onnur sending úr Hoydølum
Dragin fór fyri eina krónu og Nevið Reyð…
Torradagar alla næstu viku
Tvíkiljan Slættanes sjósett og avhendað…
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at…
Skulu byggja ein góðan heimavøll
Fjølbroytt sangmøtirøð í Lívdini
Íverksetaranetverkið góða byrjan
Ferðavinnu­ráð­stevna í Varpinum
Politiið ávarar um vandamikið rúsevni
Lýsing