Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skilagóð fíggjarstýring og gjøgnumskygni

SKRIVAÐ: Rannvá Isaksen  |  08.11.2024 - 16:53 Politikkur Tíðindaskriv

Klaksvíkar Kommuna er til fyri borgaran – ikki øvugt.

 

 

Vit gjalda øll til kommunukassan við tí vón, at skattapeningurin verður brúktur á skilagóðan hátt og til gagns fyri øll.

Tó er greitt, at kommunan kann betra um síni fíggjarligu viðurskifti. Hetta, fyri at tryggja ein sunnan rakstur, fyri at hava álítandi tænastur og fyri trivnað og menning í býnum og á bygd.

Kommunan skal hava greiðar og ágrýtnar ætlanir, ið tryggja framhaldandi fíggjarligt haldføri.

Í dag er størsti partur av inntøkunum hjá Klaksvíkar Kommunu bundin í sjálvum rakstrinum, meðan minni fer til íløgur í trivnað, menning og tænastur, ið kunnu gagna bæði borgarum og vinnulívinum.

 

Kommunan skal altíð hava fullfíggjað yvirlit yvir, hvat hon skyldar.

Fíggjarligur strukturur í kommununi eigur at tryggja, at peningurin verður brúktur á álítandi hátt, sum er borgaranum til gagns.

 

Staðbundin vitan og samstarv við vinnulívið

Vit eiga at gagnnýta møguleikarnar, ið liggja í okkara staðbundna tilfeingi – borgaran sjálvan og privatu vinnuna – til at menna loysnir, ið betra um tænasturnar og lata upp fyri nýhugsan, bæði í býnum og á bygd.

Vit skulu síggja borgaran sum ein týdningarmiklan viðleikara, tí tá er møguleiki fyri at finna nýggjar loysnir, ið annars ikki vóru sjónligar. Vit økja samstundis um álitið og tryggja, at skattakrónurnar verða brúktar til gagns fyri øll.

 

X við Rannvá Isaksen

Fólkaflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torra-Konsertin í Varpinum
Harra Løgmaður + 32
Sjálvstýri vil venda skeivu skatta­byrðun…
Veðrið í vikuni
Norðoya Bátafelag hevur aðalfund
Løgmaður svíkir verkafólk
Gentur 14 hjá Stjørnuni steypavinnarar
Áheitan á Løgtingið frá Tvøroyrar býráð
Matvørudepil á veg
Sambands­flokku­rin stuðlar pensjónistunum
Møti í KFUM & K
Fær Aksel talt upp í 17 mánamorgunin?
Torra-Konsert í Varpinum
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og n…
Mjølnir í FM-finalunum eftir 3-1 sigur á…
Torraskráin sunnudagin
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av