Runavíkar býráð staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini
Í býráðsfundinum á Glyvrum í kvøld var seinasta málið á skránni ein kæra um møguligt valsvik.
Býráðslimurin Jonhard Danielsen hevði hin 18. november í ár, kl. 09:57, kært býráðsvalið í Runavíkar kommunu, sum var hildið hin 12. november 2024. Kommunan hevur sambært løgtingslógini um val til allar føroyskar kommunur viðgjørt málið samsvarandi:
“§ 23. Hann, ið hevur nakað at kæra seg um viðvíkjandi vali, sum fram er farið, má, fyri at klaga hansara kann verða tikin til viðgerðar í seinasta lagi 8 dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum.
Stk. 2. Tey mótmæli, ið framsett eru í samsvari við frammanfyri standandi reglur, verða gjørd av bygda(r)ráðnum/býráðnum á fundi, ið hildin skal verða í seinasta lagi 10 dagar eftir, at frestin er farin. Áðrenn bygda(r)ráðið/býráðið tekur avgerð sína, verður ummæli valnevndarinnar um málið at fáa.”
Kommunan heitti alt fyri eitt á valnevndina um at ummæla málið, sum hareftir var fyri á fíggjarnevndarfundi miðvikumorgunin hin 27. november. Niðurstøðan hjá fíggjarnevndini var soljóðandi: Fíggjarnevndin hevur á fundi 27/11 samtykt at leggja ummælið frá valnevndini fyri Býráðið til støðutakan. Kaja Joensen metti seg ógegniga (tættur skyldskapur við ein av valnevndarlimunum) og fór tí av fundinum, tá málið var á skrá.
Kaja Joensen luttók heldur ikki í viðgerðini á býráðsfundinum í kvøld vegna gegnistrupulleikan. Táið fíggjarnevndarformaðurin/borgarstjórin hevði lagt málið fram, lisið kæruna frá kæraranum og ummælið frá kommunalu valnevndini, setti hann soljóðandi undir atkvøðugreiðslu:
”Borgarstjórin mælir til, at býráðið staðfestir niðurstøðuna hjá valnevndini. Hon er soljóðandi: ”Niðurstøða valnevndarinnar er sostatt, at valúrslitið eigur at verða standandi eins og kunngjørt eftir fínteljingina.””
Harvið hevur býráðið tikið undir við og staðfest niðurstøðuna hjá valnevndini - og við hesum er málið avgreitt frá Runavíkar býráð.
- - - o - - -
Kæran er soljóðandi:
”From: Jonhard Danielsen Sent:
Mon, 18 Nov 2024 09:57:08 +0000 To:
Runavíkar Kommuna;lmr@lmr.fo
Subject: Valsvik 2024
Vísandi til vallógina, vil eg hervið kæra býráðsvalið í Runavíkar kommunu 12. november 2024. Kæran snýr seg um møguligt valsvik.
Sambært vallógini skal kærast til Runavíkar kommunu.
Men grunda ósemjur ímillum borgarstjóran, býráðslimir og meg hesa setuna, meti eg, at Runavíkar kommuna er inhabil til at viðgera hetta málið.
Tí verður kæran eisini sent til Løgmálaráðið. Og av tí, at talan er um møguligt valsvik, verður málið eisini meldað til Fútan.
Hvør av hesum trimum er rætti myndugleiki at viðgerða kæruna, veit eg ikki, men tað finna nevndu myndugleikar útav.
Upplýsingar í málinum:
Eg fekk tríggjar atkvøður í Oyndafirði og vórðu hesar allar taldar til mín valdagin. Dagin eftir var fínteljing. Tá ringdi valstýrið til mín, og boðaði mær frá, at ein av mínum atkvøðuseðlum var vorðin ógildaður, tí á honum vóru tveir krossar og ein prikkur.
Hetta viðførdi, at eg og Jóhan Vest, úr Oyndarfirði, sum valdagin hevði eina atkvøðu minni enn eg, nú vórðu javnir.
Lutakast varð og vinnarin varð Jóhan Vest.
Eg havi fingið upplýst, at atkvøðuseðlarnir vórðu goymdir í Oyndarfirði og ikki koyrdir til Runavíkar fyrr enn dagin eftir. Hvar í Oyndarfirði teir vórðu goymdir, havi eg ikki fingið neyvari upplýsingar um. Haldi ikki, at atkvøðuseðlarnir vóru læstir inni, í Oyndarfirði, náttina yvir, men tað er eitt sindur óvist.
Eisini havi eg fingið upplýst, at Eirikur Joensen, einsamallur, koyrdi atkvøðuseðlarnir til Runavíkar dagin eftir valdagin. Frá valstýrisnevndini í Runavík havi eg fingið vita, at tað er lítið sannlíkt, at ein atkvøðuseðil við tveimum krossum og einum prikki, hjá einum valevni, sum bert fær tríggjar atkvøður, verður taldur við í fyrstu uppteljing og síðan funnin í fínteljingini.
Eg veit, hvørji tey trý eru, sum valdu meg í Oyndarfirði. Eg havi tosað við tey, og hava tey váttað, at bert ein krossur varð settur á atkvøðuseðilin. Somuleiðis sæst, at R7.fo eisini hevur tosað við tey, og hava tey váttað sama.
Niðurstøða: Tey trý í Oyndarfirði, sum valdu meg, hava váttað, at tey bert hava sett ein kross, og á rætta stað.
Í Oyndarfirði eru fólk, sum eru óð um, at bygdin hevði mist teirra umboð. Tað sæst á einum lokalum bólki fyri Oyndfirðingar á Facebook, havi eg fingið at vita.
So av tí, at tað bara var ein atkvøða millum meg og Jóhan Vest, og fólk eru óð, eru tað nokk persónur/ar í Oyndafirði, sum hava motiv/orsøk at gera hetta, og nokk eisini hava havt møguleika at broyta ein av mínum atkvøðuseðlum, tí teir hava verið í Oyndarfirði, allarhelst ikki læstir inni, náttina yvir.
Fyri at fáa staðfest, um mín illgruni er rættur, er neyðugt at finna útav, hvør hevur havt atgongd til atkvøðuseðlarnar frá tí at liðugt var upptalt í Oyndafirði, og til at atkvøðuseðlarnar komu til valstýrið Runavíkar kommunu.
Í prinsippinum kann tað nokk ikki útilokast, at valsvikið er framt í Runavík, men tað má rætti myndugleikin taka sær av.
Tað ber til, mær vitandi, at staðfesta, um báðir krossarnir eru settir við sama blýanti og um skriftin er hin sama. Men tað er helst bara løgreglan, sum kann staðfesta tað. Tí verður málið kært til Runavíkar kommunu, Løgmálaráðið og eisini melda til Fútan.
Blíðar heilsanir / Kind regards
Jonhard Danielsen
Niðari Vegur 13
660 Søldarfjørður
Tlf 212099”
- - - o - - -
Ummælið frá kommunalu valnevndini:
Til Býráðið i Runavíkar kommunu
Ummæli í sambandi við kæru um kommunuvalið 2024
Í skrivi dagfest 18. november 2024 hevur Runavíkar kommuna biðið valnevndina um ummæli av kæru frá valevninum Jonhardi Danielsen um kommunuvalið 12. november 2024. Víst verður til § 23, stk. 2, í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur (hereftir: vallógin).
Kæran snýr seg ítøkiliga um viðurskiftini kring varðveitslu av greiddum atkvøðum og hvørt svikað varð við einari atkvøðu fyri valevninum, ið varð ógildað í sambandi við fínteljingina. Atkvøðan varð greidd á valstaðnum í Oyndarfirði.
Valnevndin skal við hesum geva sitt ummæli.
Lýsing av gongdini í sambandi við valið
Við støði í teimum viðurskiftum, sum kærarin førir fram, skal valnevndin fyrst av øllum kunna um tey faktisku viðurskiftini, ið kunnu metast at hava týdning fyri metingina av kæruni.
Kommunala valnevndin fyrireikaði valið sambært § 3 í vallógini, og 11. november 2024 komu atkvøðuseðlarnir til kommunuskrivstovuna frá prentmiðstøðini Estra.
Alt valtilfarið varð av valnevndini klárgjørt til ymisku valstøðini, t.e. vallistar, tóm valkort, leiðbeiningar, stórir atkvøðuseðlar at heingja upp, valbøkur, atkvøðuseðlar til kommunuvalið, staðbundnu nevndirnar og valið til Eldraráðið fyri Roðan.
Tá ið valstøðini lótu aftur skipaðu lokalu valstýrini fyri uppteljingini. Valstýrið í Oyndarfirði stóð fyri uppteljingini á kærda valstaðnum.
Sambært § 18, stk. 2, í vallógini kom valnevndin á valkvøldinum saman í ítróttarhøllini/skrivstovu á 2. hædd at taka ímóti valúrslitinum og gera valið upp til Kringvarpið eisini.
Bárður Árnason, formaður í valstýrinum í Oyndarfirði, boðaði valnevndini frá, at hann ynskti at bíða til morgunin eftir valið við at koma við valtilfarinum. Hetta varð gjørt sambært avtalu við valnevndina. Avtalan bleiv gjørd mánakvøldið fyri valið.
Valstýrisformaðurin skal sambart § 18, stk. 2, í vallógini hava atkvøðutilfarið við sær, tá ið almennur fundur er í valnevndini at gera valúrslitið upp. Valstýrisformaðurin upplýsir, at hann yvir náttina hevði valtilfarið í varðveitslu heima við hús. Vegna persónligar umstøður, bað valstýrisformaðurin Eirikk Joensen, valstýrislim, koyra valtilfarið út til kommunalu valnevndina.
Valúrslitini blivu ringd inn til kommunalu valnevndina, og valnevndin førdi sum vant úrslitið í eitt excelskjal, sum eisini roknaði úrslitið út beinanvegin.
Valnevndin bleiv ikki valkvøldið kunnað um, at nakrar ivasamar atkvøður vóru. Hetta er samsvarandi vanliga mannagongd í sambandi við kommunuvalið, tí tað er finteljingin, sum kannar og gildar ella ógildar ivasamar atkvøðuseðlar.
Mikudagin 13. november 2024 kl. 12 kom valnevndin saman at fíntelja atkvøðurnar sambært galdandi reglum. Í hesum føri bleiv avgjørt at fíntelja longu dagin eftir, tí tað stóð á jøvnum millum 3 valevni, sum høvdu ávikavist 100, 101 og 102 atkvøður hvørt.
Í samband við fínteljingina bleiv heilt skjótt greitt, at ein atkvøðuseðil, sum kom frá valstaðnum í Oyndarfirði, skuldi verið ógildaður beinanvegin. Orsøkin var sum eisini lýst av kærara — at har var settur ein krossur við listan og ein krossur og eitt punktum við valevnið Jonhard Danielsen. Hesin avkvøðuseðil bleiv tí ógildigur.
Tá fínteljingin var liðug, bleiv greitt, at javnt stóð millum 2 valevni um 11. sessin i býráðnum. Jonhard Danielsen hevði 101 atkvøður, og Jóhan Vest hevði framvegis 101 atkvøður eftir finteljingina, og mátti tí lutakast til.
Eisini á lista C stóð á jøvnum millum Marina Petersen og Búa Egilsson um, hvørt teirra skuldi vera 1. og 2. varaumboð fyri lista C. Hetta lutakastið fór fram um somu tíð.
Lutakastið bleiv gjørt við at skriva nøvnini á tveir seðlar, rukka seðlarnar saman og koyra teir í ein posa til hvørt lutakastið. Tá seðlarnir blivu koyrdir í posan til lutakastið, var forkvinnan í valnevndini úti. Hon kom inn at taka seðilin úr posanum.
Til lutakastið bleiv heitt á folk í umsitingini hjá Runavikar kommunu um at vera til staðar, so tey kundu vátta, at alt fór rætt fram.
Búi Egilsson vann fyrra lutakastið og gjørdist 1. varaumboð á lista C.
Jóhan Vest vann seinna lutakastið og gjørdist 8. býráðsumboð á lista A.
Í sambandi við kæruna hevur valnevndin tosað við valstýrið í Oyndarfirði um avgreiðsluna av valinum. Upplýsingar av týdningi fyri kæruna eru førdir inn í málslýsingina omanfyri.
Sum kunnugt er málið meldað til løgregluna. Í hesum sambandi útflýggjaði valnevndin 14. november 2024, eftir umbøn frá løgregluni, løgregluni allar tær tríggjar atkvøðseðlarnir, sum kærarin fekk í Oyndarfirði. Hesir atkvøðuseðlar eru valnevndini kunnugt framvegis í varðveitslu hjá løgregluni.
Kommunala valnevndin kann ikki viðgera kæruna um møguligt valsvik.
Kommunala valnevndin afturvísir ákæruni um, at valsvik er framt í samband við finteljingina.
Ummæli
Valnevndin metir samanumtikið, at valið er farið fram sambært mannagongdum og siðvenjum.
Valnevndin hevur ikki — undan og eftir valið — staðfest nakað óreglusemi.
Niðurstøða valnevndarinnar er sostatt, at valúrslitið eigur at verða standandi eins og kunngjørt eftir fínteljingina.
Endi
Valnevndin kann at enda kunna um, at kæran hevur givið valnevndini høvi at umrøða og at eftirmeta verandi mannagongdir og siðvenjur í sambandi við kommunuval.
Kommunala valnevndin mælir til, at mannagongdirnar verða tillagaðar soleiðis, at fólk og smá økir ikki verða útsett soleiðis, sum tey hava verið síðani kommunuvalið.
Kommunala Valnevndin, 20. november 2024
Beinta Olsen
Dan Lamhauge
Alice Frederiksberg, forkvinna