Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nissuvinir í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  29.11.2024 - 07:00 Mentan Tíðindi

Í desembur kunnu allir familjur, húski og einstaklingar i Klaksvík savnast um jólagleðina við at gerast nissuvinir í nakrar vikur

 

Hvør íbúgvi, hvørt húski ella familja skal geva nissuvininum/nissuvinunum fýra pakkar í desembur. Tað kann verða ein posi við nýbakaðum bollum, eitt fitt jólakort, nakrar smákøkur, eitt jólaprýði ella okkurt heilt annað. Um børn eru í familjuni, ber eisini til hjá børnunum at gera okkurt fitt jólaprýði, sum kann gleða nissuvinin.

Soleiðis kunnu vit øll á hvør sín hátt verða við til at gleða onkran í jólamánaðinum - og tað er jú sonn jólagleði!

 

Mannagongdin er hendan:

1. Tú sendir ein teldupost til nissuvinur2024@gmail.com, har tú upplýsir navn og aldur hjá øllum í húskinum. Minst eisini til at viðmerkja bústaðin.

2. Aftaná 6. desembur fært tú ein teldupost sendandi aftur frá nissuvinur2024@gmail.com, har tú fært upplýst nøvnini hjá familjuni ella húskinum, sum verða tínir nissuvinir.

3. Fýra ferðir í desembur leggur tú ein lítlan pakka inn til tínar nissuvinir. Sum hjá øllum røttum nissum, so verður hetta sjálvandi gjørt í loyndum. Soleiðis veit eingin, hvør teirra nissuvinir er.
Tín nissuvinur ger tað sama, so tú ella títt húski fáa eisini fýra pakkar at gleðast um.

4. Saman við seinasta pakkanum kanst tú leggja eina jólaheilsan við, har tú sigur teimum, hvørji tit eru. Soleiðis kunnu vit øll við seinasta pakkanum fáa at vita, hvørjir nissuvinir okkara eru.

Freistin at tekna seg til er tann 5. desembur.

Les meira her. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin mánadagin
Mjølnir kvinnur eru tryggjaðar FM finalu…
Eyðun Nolsøe á Summar Festivalin
Eftirlýsing: Hesir lutaseðlavinnarar­nir…
Slógu pott og tunnu í Dansistovuni
KÍ vann 1-0 í Sørvági
Listaframsýn­ingar á Torradøgunum
Samsvar má vera millum ábyrgd og ræðisræ…
Torradagar­nir byrja í morgin
Tussj: - Kvinnur og menn eru sera ymisk…
Veðrið í vikuni
KÍ spælir í Sørvági í dag
Norðlýsið stroymir beinleiðis úr Varpinu…
Tunnusláttur við Klaksvíkar Hornorkestri
Føroyar lata nógv minst í landbúnaðarstu…
Í Grønlandi hevur helmingin bert fólkask…
Búnaðarstevna í Varpinum
- Avbjóðingar­nar eru nógvar, men møgulei…
Tindhólmur VA 115
Búnaðarstevnan sett
Lýsing