Ole Gunnar Solskjær og Magne Hoseth eru favorittar at taka yvir í Molde
Í gjár fekk venjarin hjá Molde sekkin eftir eitt vánaligt kappingarár.
Erling Moe hevur vunnið tvey meistaraheiti og tvær steypakappingar við Molde, men annað árið á rað endaði liðið nummar fimm í landskappingini og hesaferð eydnaðist ikki at vinna steypakappingina, sum Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen og hinir í Fredrikstad vunnu. Fyri fyrstu ferð síðani 2016 skal Molde ikki luttaka í altjóða fótbólti. Erling Moe fekk sekkin í gjár.
Síðani hevur verið gitt, hvør fer at taka yvir í norska stórfelagnum. Hetta verður neyvan kunngjørt áðrenn jól, tí Molde hevur sett fyribils venjarar til báðar altjóða dystirnar, sum eru eftir í ár.
Tað er norski ríkmaðurin, Kjell Inge Røkke, sum áður hevur havt samstarv við JFK í Klaksvík, sum eigur Molde FK. Í norskum miðlum verður Ole Gunnar Solskjær, sum í tveimum førum fyrr hevur verið venjari hjá Molde, nevndur sum favorittur. Nettavisen skrivar: ''Symboleffekten må ikke undervurderes i et tilfelle som dette, og det er der Kjell Inge Røkke kommer på banen. Plukker flightradar opp et privatfly fra Kristiansund med destinasjon Lugano, vil det være mye som tyder på at prosessen er i gang.''
Hann hevur ikki verið venjari síðani hann fekk sekkin í Manchester United. Men tað er óvist, um Solskjær tekur av, um hann fær møguleikan. Solskjær býr í Kristiansund, sum liggur nær við Molde.
Men verður tað ikki Solskjær, so verður Magne Hoseth, fyrrverandi høvuðsvenjari hjá KÍ og B36, nevndur sum eitt av bestu boðunum. Hann telist millum størstu legendurnar í søguni hjá Molde saman við m.a. Daniel Berg Hestad, sum væntast at blíva hjálparvenjari í komandi venjarastarvinum hjá Magne eins og hann var í KÍ. Á atkvøðugreiðslu hjá norska TV2 hava yvir 11.000 fólk atkvøtt um, hvønn tey vænta verður komandi venjaran hjá Molde og har hevur Magne Hoseth 31,2 % av atkvøðunum, beint aftanfyri Ole Gunnar Solskjær við 34,7 %.
Magne Hoseth sigur við TV2, at hann ongantíð hevur dult, at hann hevvur tvey venjarastørv, sum hann droymir um og tað eru venjarastørvini í Molde og FCK. Tvey lið, sum hann hevur spælt við sum leikari.