Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fortíð til nútíð uppá ein dag

SKRIVAÐ: Eirikur í Jákupsstovu  |  20.12.2024 - 11:30 Politikkur Tíðindaskriv

For seinur. Reytt ljós í 14 minuttir. Spakuliga fram við ferðsluljósinum. Bilarnir frammanfyri koyra 40 km/t. Teir halda “í minsta lagi 40” merkir “í mesta lagi 40.” 

 

Tað gongur nøkurlunda gjøgnum Árnafjarðartunnilin. Millum tunlarnar er proppur. Onkur var for seinur hinumegin.

Eftir eina løtu ber til at fara víðari norð. 200 metrar inni í tunlinum hevur ein kampingbilur koyrt for langt. Hann fær ikki bakkað. So tað mugu vit onnur. Eftir at hava bakkað 50 metrar tekur speglið í skeltið á vegginum. Huff…

Soleiðis hevur veruleikin verið seinastu árini. 

Og um ikki alt á sama túri, so alt veruligar hendingar.

Tá hetta eru upplivingar hjá mær, so kann eg bara ímynda mær, hvussu frustrerandi tað hevur verið hjá teimum, har gomlu tunlarnir hava verið einasta vegurin at koma í samband við restina av Føroyum.

Ella hjá vinnufyritøkum, sum skuldu brúka nakað, sum var størri enn tað passar í ein rímiliga stóran persónbil. Umpakking í Klaksvík og eykarokning.

Tíbetur er hetta søga nú.

Í gjár kom økið norðan fjall inn í nútíðina.

Nú tekur tað 10 minuttir av byrgingini um Hvannasund til húkin í Klaksvík.

Stóra takk fyri dagin. Takk fyri gongutúrin gjøgnum tunlarnar, prátini á vegnum og blíðskapin. Veruliga ein hátíðardagur.


Eirikur í Jákupsstovu
Tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Theresa Turiðardóttir Kreutz…
Olevina: Kondittarar mugu virða sítt hon…
Eyðun Klakstein verður lands­liðsvenjari
Gavin DeGraw á Torsfest
Aftur góður fundur hjá Løgmanni
Úr Torraskránni: Sang- og hugnaløta í VA…
NS Hálvmaraton 2025
Nýggjur heilsu­politikkur – Vit vilja feg…
Støðan á demensøki­num er átrokandi
Eingin stillar upp ímóti formanni­num í F…
Januar 2025
Avmarkingar í landingum uttanlands skulu…
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár