Lýsing
Lýsing
Lýsing

- Besta jólagáva í ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2024 - 15:08 Tíðindi

segði Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu millum annað í røðu sínari tá nýggju tunlarnir norður um Fjall vóru tiknir í nýtslu. Vit prenta røðuna niðanfyri.

 

 

 

Góðu áhoyrarar,

Hetta er ein løta, sum vit hava longst eftir, so í dag fegnast við almikið um, at farleiðin um Fjall er dagførd.

Ein hjartans tøkk øll tit, ið hava arbeitt við at fáa hesa verkætlan í lag, øll tit ið hava arbeitt við at fremja hana á ein ella annan hátt. Tað veri seg í orði og í verki.

Av hjarta takk!

 

 

Hesir tunlar eru ikki bert ein dagføring – men ein hart tiltrongd dagføring av leið okkara úteftir so at siga.

Tað kann ikki takast nóg týðiliga fram, hvussu stóran týdning samferðsla og gott samband hevur.
Eg fari at loyva mær at samanbera dagin í dag við eitt dømi úr míni egnu ættt. Sum barn hoyrdi eg mangan frá mammu míni um ommusystur hennara – Elsebeth Johannu Jacobsen – ella Ebbu Suðuri í Túni kallaða. Tey flestu á Kirkju, har hon búði alt sítt lív, kallaðu hana kortini ommudidda. Hon var eina einastu ferð í Havn sum 28 ára gomul. Hetta hevur verið umleið 1891, fái eg tað til. Og fyri at samanbera við ferðingarmynstrið í dag kunnu vit hyggja at, hvussu leiðin gekk til Havnar: (ein túrur upp á 51,4 km í dag millum Norðtoftir og Havnina)

-       Tá var eingin rutubátur til Fugloyar, so tá Toftamenn (av Norðtoftum sjálvsagt) vóru og ferðaðust í Fugloy, og við teimum fóru hon og ein onnur inn á Norðtoftir og gistu har.

-       Ein maður fylgdi teimum so til Árnafjarðar, har tær fóru inn til og vórðu síðani fylgdar niðaná fjallið og gingu sjálvar til Oyrar – Norðoyrar. Har gistu tær aftur.

-       Dagin eftir vórðu tær førdar úr Klaksvík til Leirvíkar – har gistu tær aftur.

-       Dagin eftir aftur vórðu tær fylgdar niðan á Leirvíksfjall og gingu síðani til Syðrugøtu og vóru inni í einum húsum har.

-       Síðani aftur til gongu til Søldarfjarðar og vóru inni í einum húsum har – og síðani til gongu út á Toftir, har tær aftur lógu nátt.

-       Morgunin eftir sluppu tær við einum báti, sum skuldi til Havnar.

-       Við øðrum orðum fimta dagin vóru tær frammi í Havn

-       Hjá mær tekur tað minni enn ein tíma!

Tá ið gomlu tunlarnir vórðu tiknir í nýtslu í 1966 og 67, var talan um eina kollvelting - einki minni - í livihátti og møguleikum, og sjálvandi var tann kollveltingin størst fyri fólkið Eystan Múla, sum tað oftast varð sagt tá. Frágreiðingin til tað heitið er helst, at tá var ferðingarmynstrið í stóran mun sjóvegis um Múlan, sum ikki altíð var tespiligur at fara um. Tað minnast vit øll, sum hava upplivað tað.

Hugtakið norður um Fjall sipar meira til ta tá tungu leiðina upp um ikki bara eitt fjall men tvey fjøll.

Hendan leiðin var sjálvsagt nógv brúkt eisini - eitt nú til postflutning, og postsøgan veit um vandastøður á fjøllunum.
 

Kollveltingin, tá koyrast kundi til Klaksvíkar, hevði nógv at siga fyri menningina, fyri alt samfelagið her norðanfyri - og tá ið byrgingin um Hvannasund varð tikin í nýtslu í 10 ár seinni, gjørdust møguleikarnir fyri at trivnað og menning uppaftur størri. Og tað sást aftur í fólkatalinum.

 

Men mennningin stendur ikki í stað - og tað er langt síðan, at gomlu tunlarnir gjørdust ov trongir. Alt hetta hava vit sum samfelag víst á og grundgivið fyri, og nú loksins er stundin komin at tíðarhóskandi tunlar verða tiknir í nýtslu.

---

 

Leiðin - vegurin - er okkurt sum er skapt av menniskjum. Í listini verður náttúran og tað menniskja-skapta sett upp móti hvørjum øðrum.

Onkuntíð eisini lýst sum kaos øðrumegin og kosmos hinumegin. Náttúran, har náttúrukreftirnar valda, og kosmos, har menniskjan á onkran hátt hevur fingið kontrol á náttúrukreftunum. Tó skal sigast, at til fulnar ber hetta sjálvsagt ikki til. Náttúruna kann eingin til fulnar sigra á, men við sínari tøkni,  arbeiðs-semi og hugflogi hava menniskjuni gjørt hjálpartól: skip og bátar (fuglin teir høvdu í huga, teir sum skipasmíð hava dugað, yrkir skaldið Karsten Hoydal). Akfør - fyrst vognar, sum drignir vóru av djórum ella onkuntíð fólkunum sjálvum - og seinni í okkara tíð bilar við motorum. Sum sagt fingu fólkini her norðanfyri einans gagn av hesum akførum lokalt á staðnum. Ikki fyrr enn í 1967 víðkaðist dagliga virkisøkið, tá gomlu tunlarnir vórðu tiknir í nýtslu. Aktiónsradius víðkaðist so at siga. Og tað dagliga virksemið hjá borgarunum her norðanfyri fekk ein nógv størri radius.

 

Tað hevur verið nevnt, at tunlarnir binda okkum í Norðoyggjum enn betur saman. Tað er satt - og samstarv er neyðugt. Og vit fegnast um gott samstarv. Nýggju tunlarnir fara at hava stóran týdning fyri borgararnar og eisini fyri vinnulívið, sum hevur livað við teimum avmarkingum, sum lágu og trongu tunlarnir hava havt við sær. Nú verður ikki longur neyðugt annaðhvørt at umlossa í Klaksvík ella leiga sandbát til størri farm.

 

Í dag fegnast vit um, at nýggju – og neyðugu – tunlarnir kunnu takast í nýtslu.

Besta jólagávan í ár!

TAKK FYRI!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg