Lýsing
Lýsing
Lýsing

Royndur sjúkrahússtjóri á Leiðaradegnum 31. januar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  20.12.2024 - 10:29 Tíðindi Vinna

Evu Z. Bentsen hevur drúgvar royndir við toppleiðslu í tí almenna og sum ráðgevi hjá privatum fyritøkum við strategimenning og rekruttering. Hon er við at velja ársins leiðara í Danmark.

 

Á Leiðaradegnum 2025 fer Eva Z. Bentsen at geva sítt boð uppá, hvørji krøv eru til tann almenna og privata leiðaran, og hvat man kann læra av hvørjum øðrum. Hon fer at tosa um leiðslu í framtíðini, og hvussu tú sum leiðari kanst handfara og arbeiða við at gera mannagondir til at halda alsamant vaksandi krøvini, sum verða sett fyritøkum og stovnum. Eva kennir eitt sindur til Føroyar, tí pápi hennara var ríkisumboðsmaður 1981 – 1988, tá hon m.a. gekk á studentaskúla í Danmark, men hon var javnan í Føroyum og vitjaði familjuna. Stór grein er um Evu í Dimmu frá hósdegnum. Les brellbitan HER!

Tekna teg nú áðrenn kl. 12 í dag 20. Desember og fá 2 x brunsj á Hilton íroknað luttøkugjaldið.

 

Kveikjandi dagur | Skrá:

  • Vælkomin | v/Synergi og verti Óluvu Zachariasen
  • Hákun Djurhuus, Ársins privati leiðari 2024 | Setan
  • Eva Z. Bentsen | Leiðsla í framtíðini – Ein ørgrynna av krøvum og møguleikum | Tak av!
  • Týdningurin av millumleiðaranum | Hvønn týdning hevur millumleiðarin?
  • Sofaprát við Ingibjørg Berg um týdningin av millumleiðaranum
  • Herðaklappið til millumleiðaran | Nýggji heiðurin “Herðaklappið til millumleiðaran” verður latin fyri fyrstu ferð
  • Ingunn Eiriksdóttir, Ársins almenni leiðari 2024 | Úr skjáttuni
  • Elsebeth Hauge | Høvuðsrøðari | Tabuevnið skomm hjá leiðarum
  • Kjósan | Ársins leiðarar 2025
  • Vit heiðra Ársins leiðarar og tann, ið vinnur Herðaklappið til millumleiðaran við boblum
  • Kveikjandi dagurin endar
     

Festligur netverks 5’ari við kenda íslendska komikaranum Ari Eldjárn!

Aftaná verður farið beint til super festliga netverks 5'aran við ekslusivum  StandUp við Ari Eldjárn, hapsarum, øl, vín, cider, sjussar ella sodavatn.

Vit fara at flenna, so tárini renna.

Tekna teg HER! ella á www.synergi.fo. Tú kanst eisini ringjar á tlf. 322355, ella skriva til synergi@synergi.fo, tað er tað lættasta!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar