Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skúlin havt vitjan av Norðoya Seyðahundafelag

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  16.12.2024 - 09:09 Mentan Myndarøð Tíðindi

Brandur í Kongsstovu, sum er formaður í Norðoya seyðahundafelag, var og vitjaði næmingar í 6.flokki, sum hava lærugreinina útilív.

 

Fyrst hevði Brandur eitt upplegg í eini skúlastovu, og síðani varð farið til gongu niðan í stykkið, har hundavenjingin fer fram.

Norðoya Seyðahundafelag, sum er eitt felag undir ÍSF hevur ynski um at kveikja áhuga fyri seyðahundavenjing. At koma inn i skúlan, at greiða frá og vísa í verki, hvussu seyðahundavenjing gongur fyri seg, kann møguliga gera tað, at onkur drongur ella genta fáa áhuga í hesi ítróttargreinini. Hetta er eisini ein grein, sum kappast verður í, um ein hevur hug til tað.

Brandur greiddi frá um seyðahundar, hvat teir kunnu nýtast til, og hvussu ein nýtir hundin at reka seyð. Síðani varð farið út at hyggja eftir, hvussu tað í verki gongur fyri seg, tá ein hundur skal venjast við at reka, og so sluppu dreingirnir at royna seg.

Norðoya seyðahundafelag hevur eina trøð, har teir venja hundarnar. Har hava teir nakrar seyðir, sum hundarnir sleppa at venja seg við. Hundavenjarin venur hundin og sigur, hvat hann skal gera, og so ger hundurin við seyðin sum hann verður biðin um.

Í Føroyum eru 6 seyðahundafeløg

Lýsing
Seinastu tíðindini
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í dag
Tunlarnir eru æðrar til sjálvt hjartað í…
Epli og røtur av Sandi til jóla
Helena Venzelsdóttir Kallsberg gjørdist…
10- og 20 ára starvsdagar í Articon í 20…
Skráin fyri Jóla­skipið
Betri Banki lækkar renturnar
Søguligt frambrot við brekumboði
Gadders syngja í Christians­kirkjuni
- Besta jólagáva í ár
Barnabøkur, list og jólahugni
Nógv góð átøk í fíggjar­lógini
Fortíð til nútíð uppá ein dag
Eina røð av batum afturat í barsils­skipa…
Royndur sjúkrahús­stjóri á Leiðara­deg­num…
Gleðilig jól
ÍF vitjar í Badminton­høllini
Jólahald í KFUM & K í Klaksvík
Hópin av møguleikum á Jobmatch
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg