Lýsing
Lýsing
Lýsing

Skomm hjá leiðarum | Leiðaradagurin 31. januar 2025

SKRIVAÐ: synergi.fo  |  16.12.2024 - 11:31 Tíðindi Vinna

Hvat skammast leiðarar av?

 

Skomm hjá leiðarum er eitt tabuevnið, sum Elsebeth Hauge hevur sett á breddan við leiðslubókini ”Lederskam”, har 25 toppstjórar og leiðarar í Danmark ærliga siga frá, um tað, teir mest skammast av í sínum arbeiði sum leiðari.
Gerðir, hugsanir, atburð og fordómar, sum teir ikki hava sagt øðrum frá, tí teir skammast.

Flestu leiðarar kenna seg aftur í at skammast av onkrum, teir hava gjørt, ella kanska nevniliga ikki gjørt ella hugsað í sínari leiðslu. Onkur avgerð, sum ikki var heilt rættvís, onkur støða, har teir góvu onkrum fyrimun fram um annan ella onkra støðu, har teirra hugsan kanska ikki tolir dagsins ljós.

Grundleggjandi eru vit ordilig menniskju og ynskja flestu leiðarir at fremja rættvísa, ordiliga leiðslu – men, vit eru eisini vanlig menniskju við vanligum kenslum.

Á leiðaradegnum 31. januar 2025, fer Elsebeth Hauge fer at tosa um tabuevnið skomm í leiðslu, sum flestu leiðarar kenna til.

Elsebeth Hauge er leiðslumennari, økonom, rithøvundur og hevur eina master í sálarfrøði. Kom og hoyr Elsebeth Hauge á Leiðaradegnum 2025.

Tekna teg áðrenn 20. desember kl. 12 og fá 2 x brunsj á Hilton íroknað. Tekna teg á www.synergi.fo ella ring á tlf. 322355. Tú kanst eisini senda teldupost til synergi@synergi.fo, tað er tað lættasta!

Kom við! Seinast var útselt!

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar