Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025

SKRIVAÐ: Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið  |  17.12.2024 - 14:04 Tíðindi Vinna

Samráðingar ímillum Føroyar og Noreg um sínámillum fiskiveiðirættindi vóru í Oslo 2. desember og vóru endaliga avgreiddar á talgildum palli 17. desember.

 

Hóast munandi lækkingar eru í heildarkvotunum av toski og hýsu í Barentshavinum komandi ár eydnaðist at avmarka lækkingina í føroysku kvotunum fyri 2025.

Føroyska toskakvotan í norskum sjógvi í 2025 verður 3.910 tons, sum er ein lækking á 10%. Kvoturnar av hýsu, upsa og øðrum fiskasløgum eru óbroyttar í mun til í 2024, ávikavist 980 tons, 500 tons og 400 tons.

Í norsku kvotunum í føroyskum sjógvi er tað serliga makrelkvotan sum lækkar. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum í 2025, verður 5.150 tons, sum er ein lækking á 22%.

Bert smávegis tillagingar eru í norsku botnfiskakvotunum í føroyskum sjógvi í 2025. Kvotan av longu og blálongu lækkar við 100 tonsum til 2.500 tons, og kvotan av brosmu verður 1.400 tons, sum er 100 tons hægri enn í 2024. Kvotan av øðrum fiskasløgum er óbroytt 600 tons.

Føroyar hava leingi havt eitt ynski um at kunna flyta alla toska- og hýsukvotuna, sum Føroyar hava í russiskum sjógvi, til norskan sjógv at fiska. Hetta fyri at hava møguleika at fiska botnfiskakvoturnar í Barentshavinum á teimum leiðum, sum lønar seg best tey ymisku tíðarskeiðini á árinum.

Nú Føroyar og Noreg hava gjørt semjur um fleiri týðandi fiskasløg, er eisini málið um yvirføring av kvotum loyst. Føroyar kunnu sostatt flyta alla ta føroysku toska- og hýsukvotuna í Russlandi í norskan sjógv at fiska í 2025. Talan er um samanlagt 8.445 tons, umframt hjáveiðu.

Eg fegnist um avtaluna, og at føroyska botnfiskakvotan í norskum sjógvi í 2025 bert í avmarkaðan mun er ávirkað av stóru niðurgongdini í heildarkvotunum í Barentshavinum. Hetta munar væl í samlaðu nøgdini, sum skipini hava at fiska, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ eigur 8 av 20 á kvinnu­landsliðnum
VÍF dróg longra stráið
Lions Club Eysturoy/­Klaksvík stuðlar Hu…
KÍ fær vitjan av Víkingi mikukvøldið
Daniel berg Hestad hevur fingið nýggjan…
Business-line: 150 nýggir roknskapir í…
Stuðuls­møguleikar í ferðavinnuni
Video: Klaksvíkar kommuna 85 ár
Stjørnan tekur ímoti VÍF í kvøld
Torradagar í Smæruni
Kaðalslit á vestara armi í Klaksvík
Beinir setir gongd á pallin á sandinum
Trojanskur skatta­politikkur
Búnaðarstevnan fyri 10. ferð
Løgmaður: - Vit mugu gerast eitt sjálvst…
Myndarøð: Silva Cup 2025
Løgmaður: - Tað verða broytingar í sjófe…
Komi við! HR-løgfrøði 1 – 3 byrjar 14.fe…
Føroyingar í Norsku Sjóbjarg­ingar­tænastu…
So javnt millum føroyingar Føroyar